Víkingur og HB spæla í kvøld

Steypavinnararnir og føroyameistararnir í fjør bresta saman, tá Víkingur í kvøld klokkan 18 tekur ímóti HB í Sarpugerði í dystinum, sum var útsettur annan páskadag fyri veður. Enn er kappingin ung, men í fyrsta umfari fekk Víkingur ein málríkan heimasigur ímóti AB, tá Víkingur vann 5-3. Í fyrsta dystinum hjá HB komu eisini átta mál, men her endaði tað við 4-4 millum HB og FC Suðuroy.

Tí man lítið vera at ivast í, at trýstið liggur á gestunum, sum í kvøld klokkan 18 fara á vøllin í Sarpugerði, har uppgávan hjá Víkingi fyrst og fremst verður at halda fram upp á sama máta sum síðsta heimadyst.

Undan dystinum í kvøld er hetta støðan í Vodafonedeildini, har øll hini liðini nú hava spælt tveir dystir:

1. B36 6 stig

2. ÍF 4 stig

3. B68 3 stig

4. Víkingur 3 stig

5. FC Suðuroy 2 stig

6. HB 1 stig

7. NSÍ 1 stig

8. EB/Streymur 1 stig

9. AB 1 stig

10. B71 1 stig