Fyri einum stórum mánað síðani endaði tað 1-1, tá ið Víkingur hevði vitjan av EB/Streymi.
Í kvøld hevði EB/Streymur vitjan av Víkingi, og nú eru víkingarnir á veg av Eiði við 4-1 sigri í viðførinum.
Tá ið eitt korter var farið, broyttust fyritreytirnar heilt nógv. Tá var annar av EB/Streyma miðverjunum, Petur Zachariasen, vístur av vølli, tí dómarin metti, at hann í brotsteiginum hevði nýtt neyðbremsuna.
Dagfinn Forná peikaði á brotssparksblettin, og Sølvi Vatnhamar umsetti brotssparkið til mál.
So var brekkan ógvuliga brøtt hjá EB/Streymi, sum fyri fyrstu ferð hevði Ragnar Samuelsen á liðnum. Hann er leigaður úr B36 og var fremsti maður og vísti sera góðan hugburð.
Sølvi Vatnhamar var ógvuliga eyðsýndur hjá Víkingi. Hann tók sær av øllum deyðbóltunum, og hann legði upp til bæði 2-0 málið og 3-0 málið, sum vórðu skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í fyrra førinum var Dion Splidt málskjútti, og í seinna førinum var Philip Djordjevic málskjútti.
Lítla løtu undan at vanliga leiktíðin var farin umsetti innskifti Ragnar B. Danielsen brotsspark til mál og so var 3-1 til Víking. So spenti EB/Streymur álopsbogan heilt í botn, og hann brast, tá ið Philip Djordjevic staðfesti Víkingasigurin við at skora til 4-1.
Víkingur hevur 29 stig og er á triðja plássi og trý stig frá oddasessinum. EB/Streymur hevur sjey stig og er á áttanda plássi.