Víkingur tók hægsta tindin

TB legði nógv fyri, men tað var bara í heilt lítla løtu í seinna hálvleiki, at tað var spenningur í

Víkingur vann seinnapartin 3-1 á heimavølli ímóti TB. Tað ber við sær, at Víkingur er topplið, nú kappingin er farin í summarfrí.

Víkingur hevur 35 stig fyri fimtan dystir. NSÍ og KÍ hava 32 stig fyri fjúrtan dystir.

TB legði bragdliga fyri og longu í fyrsta minutti vóru gestirnir framvið. TB hevði bóltin nógv í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at vinna heilt upplagda møguleikan.

Heimaliðið var í eyðkanda lagnum, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, legði Adeshina Lawal Víking framum.

Fimm minuttir eftir steðgin økti Dion Splidt um munin til 2-0, og so kendist alt at vera avgjørt, og spurningurin kendist vera, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

So var tað, at eyðsýndi Ivan Ivanovic minkaði um munin. Tá varð heilt spennandi, men bara í eina lítla løtu. Fyrst varð Teitur Olsen vístur av vølli, tá ið hann sá gula kortið fyri aðru ferð, og so økti Gunnar Vatnhamar um munin til 3-1, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Hanus Jacobsen við frísparki legði bóltin innfyri.

 

https://www.in.fo/matches/?

15. umfar

EB/Streymur - Skála 0-1

Víkingur - TB 3-1

HB - AB 5-0

21. juli

KÍ - B36

14. august

ÍF - NSÍ

 

Víkingur151122351735
NSÍ141022361332
141022331132
B36141013231331
HB15933381730
Skála15609161918
TB15438132815
EB/Streymur15221116378
ÍF14121110345
AB15111314454

16. umfar

27. juli

NSÍ - KÍ

Skála - ÍF

AB - EB/Streymur

28. juli

B36 - Víkingur

29. juli

HB - TB