Víkingur gjørdi sítt á heimavølli ídag. Tað var tætt, og tað var spennandi, men tað eydnaðist Víkingi at vinna 1-0. Einsamalli málskjúttin var landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin upp um HB málverjan og umvegis stólpan og í málið. Tað var eftir, at Andreas Lava Olsen hevði kastað langt inn.
HB royndi at pressa fyri at javna, og í síðstu løtu vildu gestirnir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men tað var Dagfinn Forná ikki samdur við teimum í.
Víkingur er topplið í hvussu so er í eina viku. Tá fara KÍ og NSÍ at spæla á norðoyastevnu.
Hetta var sætti landskappingardysturin á rað, at HB ikki megnaði at vinna.
-Tað gongur ikki okkara veg í løtuni. Tað var sera óheppið, at vit ikki megnaðu at vinna í hvussu so er eitt stig, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson við Hilmar Jan Hansen í Rás2.
Stóri maðurin í Víkingi er Sølvi Vatnhamar. Atli Gregersen og Bárður J. Hansen vóru so eymir eftir dystin á Skála mikukvøldið, at teir vóru ikki førir fyri at spæla. Sølvi Vatnhamar varð eisini skaddur á Skála. Hann var tó nóg birgur at spæla í dag, og hann var avgerandi:
-Menninir, sum komu í verjuna, stóðu seg væl, og vit eru ovurfegnir um at vinna. Nú gleða vit okkum at fara til Klaksvíkar um eina viku at fylgja við í, um KÍ fer at megna at taka oddasessin aftur, sigur Sølvi Vatnhamar.
Í Gundadali kiksaði B36 enn einaferð ímóti Skála. Fyrr í ár vunnu skálamenn 1-0 á heimavølli ímóti B36. Í dag endaði tað 1-1. Fyrsta partin av seinna hálvleiki pressaði B36 øgiligt, men Skála verjan var sera væl skipað, og mest sum burtur úr ongum legði Skála seg framum. Pætur Dam Jacobsen, sum aftur í dag var á miðvøllinum, legði innfyri, og Brian Jacobsen, sum var við fyri fyrstu ferð eftir at hava verið uttanlands í útbúgvingarørindum, stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
B36 var skakað, men tað eydnaðist at javna. Sebastian Pingel, sum leingi hevur verið skaddur, skoraði til 1-1.
Á Svangaskarði var stórt drama millum B68 og TB. Úrslitið var 3-3, og harvið bíða toftamenn framvegis eftir fyrsta sigrinum.
Fyri viku síðani var B68 aftanfyri 2-0, áðrenn tað eydnaðist at fáa mál. Soleiðis var tað eisini í dag. Albert Adu legði beinanvegin TB framum, og Salmundur økti um leiðsluna við høvdinum, eftir at Albert Adu hevði lagt innfyri úr høgru.
Jann Ingi Petersen var fyri fyrstu ferð í nógvar vikur á miðvøllinum. Hann minkaði beinanvegin eftir 2-0 málið um munin við rimmar skoti úr 20 metrum. Hálvleiksstøðan var 2-1 til TB. Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Michal Przybylski eftir TB verjukiks í vinstru. Og so var sera dramatiskt:
Salmundur Bech legði eftir rimmar einmansavrik TB framum aftur 3-2, og varð harvið tvímála málskjútti, men so var B68 omaná. TB liðformaðurin Teitur Olsen nýtti neyðbremsuna ímóti Óla H. Olsen, og dómarin vísti TB liðformanninum og verjuálitinum reyða kortið. Óli H. Olsen umsetti sjálvur brotssparkið til mál, og so pressaði B68 fyri at vinna fyrsta sigursmálið í ár. Tað eydnaðist ikki, tí TB verjan við Ndende á odda stóð seg ógvuliga væl.
Víkingur-HB 1-0 (0-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
B68-TB 3-3 (1-2)
0-1: Albert Adu
0-2: Salmundur Bech
1-2: Jann Ingi Petersen
2-2: Michal Przybylski
2-3: Salmundur Bech
3-3: Óli H. Olsen br
B36-Skála 1-1 (0-0)
0-1: Brian Jacobsen
1-1: Sebastian Pingel
AB-ÍF kl. 17.15
KÍ-NSÍ 5. juni
---
Liðugt
1-0
90) 1-0
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
Jón Krosslá Poulsen avloysir Andreas Lava Olsen hjá Víkingi.
85) 1-0
HB spennir álopsbogan. Fróði Benjaminsen verður settur fram í álopið.
GULT KORT: Jákup Vatnhamar Olsen hjá Víkingi sær gult.
82) 1-0
Jákup F. Hansen avloysir Trónd Jensen hjá HB.
77) 1-0
Gunnar Vatnhamar avloysir Heðin Hansen hjá Víkingi.
71) 1-0
Ari Olsen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Adrian Justinussen í HB álopið.
70) 1-0
1-0: Sølvi Vatnhamar
Við framúr skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur ti høgru smekkar Sølvi Vatnhamar bóltin umvegis handara stólpa og í málið.
67) 0-0
Nú var HB í góðari støðu. Teit Jacobsen breyt ígjøgnum í høgru og legði út frá til Christian R. Mouritsen, sum úr tíggju metrum sendi bóltin upp um málið.
65) 0-0
Kanska kennist tað sum um, at HB spælararnir eru nøgdir við støðuna soleiðis, sum hon er.
Eftir fríspark og út frá aftur smekkar Tróndur Jensen til úr stórari fjarstøðu, men Geza Turi hevur ongar trupulleikar at bjarga.
61) 0-0
Sama støðan. Andreas Lava Olsen hevur aftur verið tætt við, men annars eru spentu støðurnar í sambandi við hornaspørk.
GULT KORT: Bartal Wardum hjá HB sær gult.
50) 0-0
Framvegis málleyst og ikki upplagdir møguleikar fyrstu løtuna eftir steðgin.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
43) 0-0
Poul Ingason fer av vøllinum, og í hansara stað verður Øssur Dalbúð settur inn í HB álopið.
37) 0-0
So var Andreas Lava Olsen um reppið at skora. Í vinstru sneiddi hann framvið fýra mótstøðumonnum, og so setti hann bóltin framvið Teiti M. Gestson, men í nærra stólpan!
32) 0-0
Nú var tætt við, at HB skoraði. Eftir horna úr høgru bjargaði Víkingur á strikuni, áðrenn bólturin varð beindur til horna í vinstru, sum einki spurdist burturúr.
30) 0-0
Tað gongur heilt javnt á. Víkingur hevur lítla lotið ímóti, men tað darvar ikki spælið hjá heimaliðnum.
26) 0-0
Víkingur hevur fótað sær rættiliga væl. Heðin Hansen hevur fínta roynd, sum verður blokerað til horna, ið einki fæst burturúr.
17) 0-0
Besta Víkinga royndin, tá ið Heðin Hansen spældi fram ímillum til Andreas Lava Olsen, sum royndi seg úr eitt sindur spískum í høgru, men Bartal Wardum, sum í dag er vongverji í vinstru, blokeraði út til horna, sum einki spurdist burturúr.
15) 0-0
Víkingur hevur nú megnað at flyta spælið longri fram á vøllin.
12) 0-0
Víkingarnir hava ilt við at fáa skipa spæl í lag frammarlaga á vøllinum.
05) 0-0
HB hevur verið meiri á bóltinum fyrstu fimm minuttirnar.
Víkingur-HB
Víkingur: Geza Turi - Sámal Jákup Joensen, Gert Hansen, Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen - Sølvi Vatmhamar, Hans Jørgen Djurhuus - Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen - Philip Djordjevic
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Daviden, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Bartal Wardum - Tróndur Jensen, Rókur Jespersen - Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen - Poul Ingason
-------
Liðugt
1-1
90) 1-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
GULT KORT: Jan I. Hansen hjá Skála sær gult.
89) 1-1
Hørður Askham, sum leingi hevur verið skaddur, avloysir Hannes Agnarsson hjá B36.
87) 1-1
Andreas Jacobsen avloysir Jan I. Hansen hjá Skála.
81) 1-1
1-1: Sebastian Pingel
So hevur B36 javnað. Jónas Tór Næs royndi seg, og eftir eitt sindur av aftur og fram var tað innskifti Sebastian Pingel, sum setti bóltin í málið.
80) 0-1
Skálamenn verja og berjast av lívsins kreftum, og verjuspælið er sera væl skipað.
72) 0-1
Sebastian Pingel, sum hevur verið skaddur leingi, avloysir Alex Mellemgaard hjá B36.
Jákup Joensen avloysir Fritleif í Lambanum, Skála, sum fer skaddur av vøllinum.
70) 0-1
0-1: Brian Jacobsen
Eftir øgiligt B36 press allan seinna hálvleik hevur Skála lagt seg framum. Pætur Dam Jacobsen sendi innfyri, og Brian Jacobsen, sum hevur arbeitt ógvuliga nógv, setti bóltin framvið Tórði Thomsen og í málið!!
66) 0-0
Hendrik á Fríðriksmørk avloysir Jákup Johansen hjá Skála.
65) 0-0
B36 leggur nú tungt press á Skála verjuna.
62) 0-0
Jógvan Skeel Nolsøe roynir seg enn einaferð, men Andras Gango í Skála málinum bjargar.
Benjamin Heinesen avloysir Pætur Petersen hjá B36.
52) 0-0
So hevur B36 havt risa møguleika at leggja seg framum, men Andras Gango stórbjargaði, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe royndi seg við stútara.
GULT KORT: Símun Petur Poulsen hjá Skála sær gult.
49) 0-0
GULT KORT: Jónas Tór Næs hjá B36 sær gult.
46) 0-0
Ongar skiftingar.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
Tveir minuttir lagdir aftrat.
B36 fríspark í góðari støðu, men Alex Mellemgaard sendir bóltin upp um málið.
GULT KORT: Jákup Jacobsen hjá Skála sær gult.
40) 0-0
GULT KORT. Ari Olsen hjá Skála sær gult.
26) 0-0
Framvegis eingin heilt upplagdur málmøguleiki. Skála vísir framvegis sera góðan hugburð, og gestirnir hava avgjørt ikki lagt seg aftur at verja javnleikin, men heldur hava teir við Pæturi Dam Jacobsen á miðvøllinum á odda, bjóðað av í álopsspæli.
15) 0-0
Tað gongur javnt á. Tað ber ikki til at siga, at heimaliðið hevur verið omaná. Skála er heilt væl við.
10) 0-0
Sera friðarligt fyrstu tíggju minuttirnar.
B36-Skála
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Høgni Eysturoy – Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam - Pætur Petersen, Alex Mellemgaard, Hannes Agnarsson – Jógvan Skeel Nolsøe
Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jónhard Frederiksberg – Símun Petur Poulsen, Pætur Dam Jacobsen – Jákup Johansen, Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen – Jan I. Hansen
-------
Liðugt
3-3
89) 3-3
Michal Przybylski hjá B68 sær gula kortið.
88) 3-3
Albert Adu sneiðir seg leysan av fleiri í vinstru, men tað endar við horna til TB, og so spyrst einki burturúr.
85) 3-3
B68 pressar øgiligt fyri at vinna fyrsta sigurin í ár, men TB verjan við Ndende á odda er væl skipað.
83) 3-3
Evrard Blé avloysir Pedro Anton hjá B68.
76) 3-3
Hávar Albinus avloysir Ragnar Joensen hjá TB.
72) 3-3
3-3: Jann Ingi Petersen br
TB liðformaðurin Teitur Olsen nýtir neyðbremsuna ímóti Óla H. Olsen. TB miðverjin sær reytt, og Jann Ingi Petersen umsetir brotssparkið til mál.
66) 2-3
Teitur Olsen hjá TB sær gula kortið.
65) 2-3
2-3: Salmundur Bech
Við rimmar langskoti leggur TB miðvallarin gestirnar framum aftur.
58) 2-2
Heini Mikal Mortensen fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað kemur Hervé Din Din inn á TB liðið.
57) 2-2
B68 pressar, og Predrag bjargar væl til horna, tá ið Kristian Anton Andreassen roynir seg úr vinstru og 20 metrum.
Ndende Adama Guéye sær gula kortið.
54) 2-2
2-2: Michal Przybylski
TB vongverjin í vinstru misti bóltin stutt aftanfyri miðstrikuna til Michal Przybylski, sum eftir eitt tvey samanspæl við Óla H. Olsen varð leysur, tá ið hann lyfti bóltin upp um Predrad í TB málinum.
46) 1-2
B68 hevur gjørt tvær skiftingar. Av vøllinum eru farnir Carlos og Jógvan Ingvard Hansen. Á vøllin eru komnir Esmar Clementsen og Albert Róin Johannesen.
TB hevur framt eina útskifting. Signar Olsen er farin út, og í hansara stað er komin Eirikur E. Magnusarson.
HÁLVLEIKUR
1-2
44) 1-2
Heini Mikal Mortensen hjá TB sær gula kortið.
40) 1-2
1-2: Jann Ingi Petersen
Eftir horna úr høgru og út frá smekkar Jann Ingi Petersen til úr 20 metrum, og umvegis bein á verjuspælara fer bólturin í netið, og harvið hava toftamenn fingið mót av nýggjum.
38) 0-2
0-2: Salmundur Bech
Eftir innlegg úr høgru frá Albert Adu endaði bólturin mitt fyri málinum hjá miðvallaranum Salmundi Bech, sum við høvdinum setti bóltin í málið.
35) 0-1
Michal Przybylski smekkar til av brotsteigarmarkinum, men bólturin strýkur framvið málinum aftanfyri TB málverjan.
33) 0-1
Nú var um reppið, at TB økti um leiðsluna. Albert Adu royndi seg úr góðari støðu, men tað eydnaðist ikki.
22) 0-1
B68 hevur risa møguleika at javna. Eftir fríspark úr høgru og til handara stólpa lyfti Óli H. Olsen bóltin framvið málverjanum, men eisini dygst framvið stólpanum - skeivu megin.
19) 0-1
Ndende er sera sentralur í góða TB samanspælinum.
13) 0-0
Nú hevði B68 góðan møguleika at javna. Óli H. Olsen royndi seg úr góðari støðu í brotsteiginum, men bólturin fór væl omanfyri málið.
11) 0-0
Tað verður bíðað eftir málmøguleikum. Eftir at TB hevur lagt seg framum, gongur tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum.
05) 0-1
0-1: Albert Adu
Eftir kiksaða afturlegging var tað Albert Adu, sum var fyrstur á bóltinum og skoraði.
B68-TB
B68: Ragnar Lindholm – Otto Reinert Petersen, Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Jógvan Ingvard Hansen – Pedro Tarancon Anton, Jann Ingi Petersen – Kristian Anton Andreassen, Carlos Quintana Herrero, Michal Przybylski – Óli H. Olsen
TB: Predrag Markovic – Absalon Eliasen, Teitur Olsen, Signar Olsen, Ragnar Joensen – Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Heini Mikal Mortensen, Teitur W. Justinussen – Kofi Appiah