Víkingur vann 2-0

Fyrsti landskappingardysturin í nýggju Vodafone deildini er liðugur, og Víkingur hevur sett trý tey fyrstu stigini inn á sína konti.

ÍF vitjaði í Sarpugerði, og Víkingur vann 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0, og fyrsti málskjúttin í ár var Magnus Skoralíð, sum setti bóltin í málið, eftir at Hanus Jacobsen hevði lagt innfyri úr vinstru.

Í 1. hálvleiki hekk tað betri saman hjá heimaliðnum, men sum 2. hálvleikur leið, gjørdist tað meiri óskipað hjá báðum pørtum.

ÍF slepti alt meiri í verjupartinum í royndini at fáa mál og stig.

Í yvirtíðini var tað tó Víkingur, sum skoraði og harvið staðfesti 2-0 heimasigurin. Málskjútti var innskifti Hans Jørgen Djurhuus. Finnur Justinussen legði eftir verjukiks innfyri úr høgru, og Hans Jørgen var púra leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.

Fuglfirðingar vóru misnøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparkið eftir ein tíma, tá ið Saric varð feldur, men dómarin tagdi.

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen -Símun Louis Jacobsen (Hans Jørgen Djurhuus), Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Sam Jacobsen, Magnus Skoralíð (Áslakur R. Petersen) - Andrias Lava Olsen (Finnur Justinussen)

Einki kort

ÍF: Andras Gango - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Jonn Thomsen, Jan Ellingsgaard (Hans Pauli Petersen) - Saric, Frank Poulsen, Fritleif í Lambanum, Ballack, Høgni Zachariasen (Hanus Eliasen) - Bartal Eliasen

Gult kort: Bartal Eliasen, Poul Ennigarð og Fritleif í Lambanum