Víkingur vinnur hvørjaferð

Sølvi Vatnhamar bjargaði Víkingadegnum, tá hann skeyt einasta málið í Sarpugerði leygardagin. Síðan samanlagda felagið Víkingu sá dagsins ljós á vetri í 2007, hevur tað ikki eydnaðist NSÍ at fingið stig móti teimum ljósabláu. Fimm dystin og fimtan stig til Víking, siga hagtølini

- Víkingur! Víkingur!

Tað verður buldrað á trummurnar. Ein lítil løta restar í. Og tað er nógv sum bendir á, at vikuskiftið er bjargað í Gøtu. Sølvi Vatnhamar hevur júst lagt Víking á odda, sum hevur kós móti fimta sigrinum av fimm møguligum móti NSÍ.

Víkingur vann sær trý sera týdningarmikil stig í stríðnum um heiðursmerkini leygardagin. Einsamalla málið hjá Sølva Vatnhamar kann væl vísa seg at gerast sera umráðandi, tá avtornar. Tí NSÍ og EB/Streymur renna í løtuni aftaná trimum teimum ovastu.


Lítið spæl

Tað er ikki altíð, at vøllurin í Sarpugerði er karmur um frálíkt fótbóltsspæl. Tað er serliga undirlagið, sum ger tað torført hjá ymsu liðunum at spæla bólt. Og leygardagurin var einki undantak.

Trýstspælið hjá Víkingi eydnaðist væl, og gestirnir úr Runavík høvdu ofta lítið pláss at spæla á. Tí var møguleiki fyri fleiri nærdystum, har leikararnir ikki aftraðu seg.

Bæði liðini vóru væl skipað. Í verjustøðu vóru tey ansin, og góvu lítið pláss til mótstøðuna. Károly Potemkin, sum var einsamallur framherjin hjá NSÍ, hevði eisini trupulleikar við Atla Gregersen og Niclas Niclasen, sum vóru miðverjar hjá heimaliðnum.


Málið

Einasta málið í dystinum kom, tá 10 minuttir restaðu í av spælinum. Innskifti Símun Louis Jacobsen sendi bóltin inn í brotsteigin úr høgru, har Erling Jacobsen var staddur. Við høvdinum stýrdi hann bóltin fyri føturnar á Sølva Vatnhamar, og úr stuttari fjarðstøðu var miðvallarin tryggur.


Royndu at trýsta

Undan málinum tóktist tað, sum runavíkingar vóru nøgdir við málleysa úrslitið. Gestirnir vildu ikki leggja ov nógv fyri á hálvuni hjá Víkingi, men støðan broyttist sjálvsagt eftir málið. Óli Hansen varð seinastu løtuna fluttur úr miðverjin og fram í álopið, men tað hjálpti lítið. Hóast heimaliðið loyvdi NSÍ fram á sína hálvu, høvdu runavíkingar lítið pláss. Víkingur vardi borg seinastu løtuna. Og tað eydnaðist.