Útflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar í ár var 602 miljónir krónur hægri enn somu mánaðir í fjør. Tað er ein vøkstur á 15%. Størsti parturin av hesum vøkstri er útflutningur av skipum. Síggja vit burtur frá skipum, varð útflutt fyri umleið 200 miljónir krónur meira.
Alivinnan hevur útflutt munandi meir av alifiski seinastu árini, og í ár er vøksturin næstan ein fjórðings miljard krónur. Tað er ein vøkstur á 21% í virði og 28% í nøgd.
Tá ræður um uppisjóðarfisk er stórur vøkstur í útflutningsvirðinum, heili 54%, hóast nøgdirnar eru minkaðar nakað.
Stóra minkingin í útflutninginum, bæði í nøgd og í virði, er serliga í tveimum bólkum.
Fyri botnfisk er útflutningurin av upsa og hýsu minkaður ávikavist 160 og 30 miljónir krónur í ár, meðan útflutningsvirðið av toski er á leið tað sama.
Í bólkinum Annar fiskur og fiskaúrdráttir er størsta minkingin í fiskamjøli. Stóri vøksturin í alivinnuni seinastu árini viðførir eisini størri fóðurnýtslu, og fiskamjølið verður tí helst í størri mun brúkt til fóðurframleiðslu í Føroyum heldur enn til útflutnings. Eisini er minni útflutt av slógvi og gullaksi í hesum bólkinum.
Stóri vøksturin í útflutninginum av skipum sæst eisini aftur í innflutninginum. Í samband við makrelfiskiskapin í heyst komu nøkur skip í flotan, og onkur av hesum eru nú farin úr flotanum aftur, sigur Hagstovan.