SØLA
Seinnu árini hevur tað gingið við tí rúkandi ferð uppeftir í føroyska búskapinum og við føroysku nýtsluni, men nógv bendir nú á, at vøksturin lækkar munandi.
Seinnu tíðina hava vit hoyrt úttalilsir um, at vøksturin nú fer at minka, og samfelagshjólini aftur fara at mæla spakuligari.
Jólasølan í ár vísir, at vøksturin er minkaður á nýtsluni. Men talan er kortini ikki um nakra niðurgongd.
Niels Mortensen er stjóri fyri SMS, sum er størsta sølumiðstøð í landinum og eigur nakrar av størstu handlunum í landinum.
Hann sigur, at teirra handlar hava merkt, at tann sami vøksturin, sum áður hevur verið at sæð, ikki ger seg galdandi longur.
?Vit hava seinastu seks mánaðirnar generelt merkt ein lægri vøkstur í søluni í mun til undanfarin ár. Tendensurin er, at tað javnar seg meira út, og tað hava vit eisini sæð í jólasøluni.
Men Niels Mortensen letur ógvuliga væl at søluni á jólum í ár.
?Jólasølan kom seint ígongd, men hon hevur verið góð, og hon hevur nokk verið eitt lítið sindur størri enn undanfarna ár, sigur Niels Mortensen.
Tendensurin er generellur á øllum økjum. Fyri handlarnar í SMS er tað ymiskt, hvør vøksturin hevur verið, og tað ber illa til at geva eina neyva lýsing, sigur Niels Mortensen.
Hann dugir heldur ikki at siga, hvussu tað ber til, at jólasølan kom so seint ígongd.
Finn Nielsen, stjóri fyri Føroya Keypssamtøku, sigur, at teir eisini hava merkt ein vøkstur í ár, og tað sama er galdandi í jólamánaðinum.
?Vit selja matvørur, og vit eru oftast ikki teir fyrstu, sum merkja, at fólk hava minni pengar millum hendurnar, sigur Finn Nielsen.
Kenna stagnering
Á Vøruhúsinum á Hjalla, sum eisini er ein av størstu handlunum í landinum, lata tey stak væl at jólasøluni. À Hjalla verður mangt og hvat selt, og klára fatanin á Hjalla er, at fólk hava meira pening um hendurnar, enn tey kanska høvdu fyri 5-7 árum síðani.
?Tendensurin vísir eina lítla stagnering, sigur Birgir av Vollanum, deildarleiðari á Vøruhúsinum á Hjalla.
Hjá teimum byrjaði jólasølan miðskeiðis í november, og hon hevur síðani vundið upp á seg.
Áhugin at keypa størru og dýraru lutirnar er eisini til staðar, og hetta sæst serliga til síðst í keypstíðarskeiðinum.
Síðsta vikan
Niels Mortensen vil ikki siga nakað um, hvussu nógv, teir selja fyri á jólum, men hann dylir ikki fyri, at talan er nógvir milliónir, sum skiftir hendur dagarnar undan jólum.
?Tann síðsta vikan undan jólum er nógv tann besta í árinum, og vit hava nógva sølu tað mesta av desember mánað, men so minkar sølan nógv í januar og februar, tá fólk tykjast at halda aftur, sigur Niels Mortensen.
Tað sama er galdandi fyri hinar handlarnar, vit hava tosað við.