Vøkur genta við stórari rødd

Kristina Bærendsen tók uttan iva tey flestu á bóli við eini framúrskarandi framførslu inni í Kelduni Stuttligt at hoyra tónleik, sum tú ikki hevur stórvegis vónir til og verða tikin á bóli. Í gjár var tað Martin í Grund, sum var stóra yvirraskilsi, og í dag var tað Kristina Bærendsen.

 

At hjálpa sær á palli hevði Kristina ein stóran bólk. Tríggir strúkarar, tríggir kórsangarar, bass, gittar og trummur. Hetta sá eitt sindur stórt út og tí ivaðist man í, um hetta fór at hanga saman. Tíverri er tað ofta so, at jú fleiri fólk eru á palli, tess fleiri trupuleikar eru, og ljóðið líður í síðsta enda.

 

Men hesin fordómurin var skjótt dripin og jarðaður, tí framførslan var heilt einastandandi góð. Alt riggaði sum tað skuldi.

 

Brandur Jacobsen, trummur, og Eyðun Johannesen, bass, løgdu ein fastan og væl sitandi botn. Rúni Eysturlíð kryddaði við smakfullan gittarspæli, og strúkararnir komu við sínum pena ískoyti innímillum. Kórsangararnir bakkaðu Kristinu væl upp og góvu henni fríar teymar til at improvisera.

 

Kristina hevur ein sera stóra og vakra rødd. Og hevur ein í huga hennara unga aldur, so kundu tú ikki annað enn lata teg bergtaka. Hon syngur púra reint og ger nakrar vælsitandi krúllur innímillum, sum vísa, at her talan um eina fantastiska songkvinnu við eini lovandi framtíð. At hon samstundis eisini sá knasandi gott út, gjørdi tað ikki verri.