Fólkatalið var 51.440 tann 1. februar, sambært Hagstovuni. Tað vaks við 844 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. februar 2018 – 1. februar 2019, sum svarar til 1,7 prosent.
Vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 291 og nettotilflyting á 553. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið er burðaravlopið 93 størri, og nettotilflytingin er 21 størri - og fólkavøksturin tí 114 størri.
445 aftrat í høvuðsstaðnum og 237 aftrat í Eysturoy
Bæði í tali og lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 445 fólkum (2,3 prosent) og í Eysturoy við 237 fólkum (2,1 prosent).
Í Tórshavnarøkinum búgva 19.793 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 445 fólk svarar til 53% av øllum fólkavøkstrinum.
Í Eysturoy búgva 11.555 fólk, ið er stívliga 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 237 fólk, svarar til 28% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Aðrastaðni
Í Vága sýslu vaks fólkatali við 2 prosentum. Norðoyggjum búgva 6.150 fólk , ið er 12 prosent av fólkatalinum, og vøksturin her á 65 fólk svarar til 8 prosent av øllum fólkavøkstrinum.
Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin búgva 4.785 fólk, svarandi til 9 prosent av fólkatalinum, og vøksturin her var 62 fólk, svarandi til 7 prosent av vøkstrinum fyri alt landið.
Minkandi í Sandoy og Suðuroy
Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við ávikast 0,6 og 0,4% prosent.
Kelda: (Hagstovan)