Jón Koytu Petersen skeyt sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá B71, tá ið hann staðfesti sigurin við at skora til 3-1. Hann heldur, at sigurin var uppiborin.
- Skála var betra liðið í fyrra hálvleiki, men vit vóru nógv betra liðið í seinna hálvleiki. Hetta var uppiborið, aftraði hann seg ikki við at siga.
B71 hevur nú fýra stig fyri eins nógvar dystir.
- Fýra stig eru nøktandi, av tí at vit hava møtt nógvum sterkum liðum higartil. Hetta er á rættari leið, heldur hann, og leggur afturat, at vónirnar til dyst altíð eru góðar – eisini til komandi dyst ímóti KÍ.