Væleydnað kvøld við Føroya Symfoniorkestri

Tað var fullsett í Læraraskúlahøllini, tá Føroya Symfoniorkestur undir leiðslu av Anders Øberg hevði sokallaðu heystkonsertina sunnudagin

? Tað riggaði heilt væl.

Anders Øberg, dirigentur, var væl nøgdur eftir stóru konsertina sunnudagin hjá Føroya Symfoniorkestri í Læraraskúlahøllini.

Á skránni vóru verk eftir Arthur Honegger, Beethoven og Mozart, og hóast skotbráið var stutt, so var danski dirigenturin væl nøgdur. Solistar vóru hesaferð tvørfloytuspælarin Andera Heindriskdóttir og Kári Bæk á enskum horni.

Anders Øberg er ikki ókendur í føroyskum høpi. Hann plagar í roynd og veru at spæla cello við symfoniorkestrinum, og hann starvast dagliga sum solist cellospælari á Kgl. Kapellinum í Keypmannahavn.

? Eg var jú millum vinir. So tað gjørdi tað lættari, sigur Anders Øberg.

Tíðin at venja í var ikki tann stóra. Anders Øberg kom til Føroya fríggjadag, og sama dag var vant fimm tímar. Tað sama var leygardagin. So var ein generalroynd, og so var konsert.

? Nei, tað er ikki nógv tí at venja í, men eg haldi at eftir umstøðunum gekst tað heilt væl. Føroysku tónleikararnir eru sera musikalskir, og venjingarnar gingu serstakliga væl, sigur Anders Øberg.

Hann heldur eisini at ljóðið í Læraraskúlahøllini er á heilt góðari leið. Upprunaliga var ætlanin at hava tiltakið í Norðurlandahúsinum, men húsið var upptikið henda dagin, og so var farið í Læraraskúlahøllina, ið hevur pláss til 200 fólk.

45 ára gamli Anders Øberg fór av landinum aftur mánadagin.