Væleydnað tiltak hjá MáF í Eysturskúlagarðinum

Leygarkvøldið skipaðu ung í Meginfelag Áhugaleikara Føroya, vanliga nevnt MÁF, fyri spennandi tiltaki. Eysturskúlagarðurin var karmur um tiltakið, ið varð sera væleydnað, sigur Ebba Sofía Kruse forkvinna í felagnum Ung í MÁF.

Í góða kvøldarveðrinum leygarkvøldið millum klokkan 19.30 og 20.30 var sera spennandi og stuttligt tiltak hildið í Eysturskúlagarðinum. Serligu kynstrini, sum vórðu sýnd í tiltakinum, vóru lík teimum, ið vanliga verða víst í sirkusi. Talan var um steinbróting á búkinum hjá einum av leikarunum, eldblásing, gand, klóvnar, skemt og nógv meira.
Endamálið við væleydnaða tiltakinum var at stimbra og menna áhugan fyri leiklist. Limir úr feløgum og bólkum runt landið, sum hoyra undir paraplyfelagnum MÁF, vóru luttakarar í tiltakinum.
MÁF var á fyrsta sinni stovnað í 1991, og varð endurstovnað seint á heysti 2002. Síðan tá hevur høvuðsuppgávan verið at gera felagið meiri sjónligt, og hevur seinasta vikan verið eitt gott dømi uppá menningina í felagnum og fyri vaksandi áhuganum innan leiklistina.
Uppundir sjálvt tiltakið sigur forkvinnan í MÁF, Ebba Sofía Kruse, at tað ikki hevur gingið eins væl, sum tað kundi, tí ymiskir trupulleikar hava allatíðina stungið seg út í kortið.
Umboð fyri Ung í MÁF hava onkran av fyrrapartunum gingið og býtt faldarar um tiltakið út. Eftir øllum at døma, var tiltakið illa upplýst, og er hetta høvuðsorsøkin til tað stóra nøgdsemi, ið stóðst aftaná, at tiltakið var at enda komið.
Eftir at nógv royndi danski háskúlalærarin innan leiklist, Birger Larsen, hevði havt skeið fyri yngra ættarliðnum í eina viku í felagnum MÁF, tóku tey ungu sjálvi stig til at halda eitt tiltak fyri almenninginum. Undirtøkan var nógv betri enn væntað, og øll vóru sera nøgd við avrikið og tiltakið sum heild, sigur Ebba Sofía Kruse. Umleið 90 fólk vóru møtt upp til tiltakið, sum var meiri enn væntað.
Á skeiðinum hjá Birger Larsen lærdu tey ungu í MÁF m.a. at ganga á stúltum, blása eld, sjongulera, akrobatikk, ganga á línu o.s.fr. Sjálvur hevur Birger Larsen fingist við sirkus í Írlandi, har hann var fjakkandi. Eisini hevur hann eisini gingið á skúla í Fraklandi og Kalifornia í USA, har ma.a farið var niður í mentanarliga týdningin av leiklistini.
Til síðst legði Ebba Sofía Kruse aftrat, at tiltakið, ið var leygarkvøldið, einans var eitt slag av smakkiroynd av tiltakinum, sum ung í MÁF saman við Sjónleikarfelagnum Gríma ætla at framføra á Ólavsøku 2004.