Vøller gevur skarvin yvir

Týskland reyk í mikukvøldið út úr EM-kappingini í Portugal, og sambært størsta blaðnum í Týsklandi, Bild, fer landsliðsvenjarin Rudi Vøller at leggja frá sær. Vøller hevði annars sagt, at hann vildi halda fram sum landsliðsvenjari, men Bild heldur, at eftir tapið ímóti eykaliðnum hjá Kekkia, fer Vøller at tveita handklæði í ringin.
Stóra stjørnan á týska liðnum, Michael Ballack, helt eftir dystin, at Týsklandi hevði gjørt tað, sum liðið megnaði.
? Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit gera ikki nóg nógv mál. Vit gjørdu okkara besta í dag, men í løtuni er tað bara ikki nóg mikið, segði Ballack eftir tapið á Kekkia.