Vælnøgt stjørnupar

Í øllum meldrinum eftir jólakonsertina týskvøldið fekk Sosialurin eitt lítið prát við stjørnurnar báðar á konsertini, Eivør og Pætur

Tá konsertin var av, savnaðust nógv fólk í kirkjukjallaranum um stjørnuparið, Eivør og Pætur. Men hóast tey ikki høvdu góða tíð, so settu tey eina lítla løtu av til eitt prát.
? Vit eru bæði vælnøgd við konsertina, siga tey.
Eivør sigur, at tað var eitt upplivilsi at syngja fyri einari so góðari áhoyrarafjøld.
Eivør Pálsdóttir hevur annars ikki verið nógv í Klaksvík og sungið. Hon sigur, at hon veit ikki, hví tað er.
·? Kanska tað er tí, at ein noyðist í ein bát fyri at koma her, sigur hon skemtandi, men so leggur hon afturat, at tað var nakað serligt, eisini tí at Pætur er úr Klaksvík.
Á skránni hjá teimum stóðu bert trý løg. Men so blivu tey spurd av fyrireikarunum, um tey ikki kundu taka eitt lag afturat.
? Vit valdu heilaga nátt, tí tað er ein tann mest jólaligi sangurin, sum eg kenni. So tað avgjørdu vit bara fyrr í dag, sigur hon.

Nervar
Pætur sigur, at hetta var fyrstu ferð, hann royndi seg á konsert við guitar. Og tað kom hann stak væl frá.
Pætur greiðir frá, at áðrenn konsertin byrjaði, sótu tey bæði og prátaðu.
? Tá gingu fólk allatíðina framvið okkum og søgdu, at tað byrjaði at fyllast av álvara. Og tað var hálvan tíma, áðrenn konsertin byrjaði. So eitt sindur av trýsti var á okkum, men tað gekk bara væl, sigur hann.
Spurdur, um hvussu tað kendist at standa framman fyri so mongum áhoyrarum í Christianskirkjuni og syngja, sigur Pætur, at tað var ikki frítt, at hann hevði nervar. Tað sama sigur Eivør.
? Eg havi altíð eitt sindur av nervum, tað skal til. Men tá Pætur byrjaði at syngja, tá fekk eg rættuliga nervar, sigur hon.
? Men tað var eisini tí, at eg fór fyrst. Líka sum fyri at taka broddin av fyri tær, sigur Pætur við einum skeivum smíli.
Stundi eru ikki til meira prát, tey bæði skulu vitja fólk. Og steðgurin hjá Eivør í Klaksvík er stuttur. Fer avstað seinasta túr við Dúgvuni, og dagin eftir gongur leiðin til Íslands, har konsertir eru á skránni.