- Vælsignaði ansið eftir hvørjum øðrum!

 Voxbotn nærkast sínum crescendo, og tað merktiskt fyri løtu síðani undir konsertini hjá Nik & Jay.

Eftir ein tíma mátti Tróndur Vatnhamar trína á pallin og bera eini boð frá Nik og Jay víðari til áskoðarafjøldina.

- Vælsignaðu tit, ansið eftir hvørjum øðrum. Um tit síggja onkran, sum er ov fullur ella ov lítil, hjálpið teimum. Her eru nógv fólk, ið eru komin illa fyri, segði Tróndur Vatnhamar á pallinum.

Á stórskýggjunum komu eisini boðini "vinarliga traðka 3 fet aftur".

Tað sást eisini á vaktunum, ið stóðu millum pallin og áskoðarafjøldina, at nógv var at gera hasa løtuna, tá harðast stóð á. Fleiri ferðir sóust vaktirnir toga fólk inn um girðingina, soleiðis at tey ikki vórðu kroyst í mannamúgvuni.