Vælspælandi Wozniacki í finaluna

Fyri triðju ferð á rað er Caroline Wozniacki komin í finaluna í e-Boks Open eftir tryggan sigur móti kroatanum, Petra Martic, 6-3, 6-2.

 

Eftir eina trilvandi byrjan lat danska heimsstjørnan ongan iva verða um, hvør skuldi í finaluna. Martic breyt tíðliga í fyrsta setti servina hjá Wozniacki, men so var bara ein vegur.

 

Caroline servaði væl og nakað óvæntað leitaði hon sær oftani fram til netið, har hon avgjørdi servina.

 

Hetta er bert triðju ferð, at Farum er vertur fyri einari WTA-kapping, og tað er takkað verið Caroline Wozniacki. Polski danin hevur vunnið tær báðar fyrstu kappingarnar, og stendur nú í finaluni fyri triðju ferð.

 

Har skal hon møta týsku Anqelique Kerber, sum lættliga vann á fyrr so stinnu Jelena Jankovic við heili 6-2, 6-1.

 

Finalan verður í morgin og verður víst á TV2.