Í blaðnum fríggjadagin og leygardagin prentaðu vit greinar um livikorini hjá støkum uppihaldarum, ið sum flestu kunnugt, oftast eru einligar mammur. Vit lósu um umstøðurnar hjá Nannu av Skálafjørðinum, sum gongur við fjórða barninum, og sum hevur 3000 kr. til sín og børnini. Og í leygardagsblaðnum viðgjørdu vit eina kanning, sum tríggir lesandi á RUC hava gjørt. Niðurstøðan var, at einligu mammurnar í Havn liva av eini upphædd, sum liggur langt undir almenna fátækramarkinum, sum er 2500 kr til hvønn í húskinum til mat og klæði. Ein av høvuðsorsøkunum var, at meginparturin av inntøkuni fer til at rinda húsaleigu. Fleiri av kvinnunum í kanningini róðu upp undir, at um bústaðarviðurskiftini batnaðu, so vóru tær væl betur fyri. Hetta eitt nú tí fleiri teirra ynsktu at fáa sítt egna, og ikki at búgva inni hjá foreldrum, og at tær sum høvdu sítt egna, rinda so stóran part av inntøkuni í leigu. At so at siga ongin bústaðarpolitikkur hevur verið í Føroyum, er avgjørt ein faktorur sum ger, at eitt nú løgmaður hevur sagt, at stakir forsyrgjarar er veruliga undirstætt Føroya.
Ongin hjálp frá kommununi
Vit settu okkum í samband við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, at spyrja hvørt kommunan hevur medábyrgd fyri støðuni, og møguliga skyldu til at útvega fleiri bíligar og góðar bústaðir til teir borgarar, sum ikki megna at vera við í kappingini um bústaðarfermetrarnar í høvuðsstaðnum.
Til hetta sigur borgarstjórin, at hann dugir illa at ímynda sær, hvat kommununan kann gera fyri at bøta um viðurskiftini.
- Eftirspurningurin eftir bústøðum í kommununi er so ovurhonds stórur nú, at tað tíverri mann metast ógjørligt hjá støkum uppihaldarum at rinda avdrøgini til eitt húsalán, sigur hann. Og hann vísir á, at einasta hugsandi loysnin er, at bústaðarmarknaðurin verður mettaður, samstundis sum at lógarverkið verður soleiðis broytt, at tað loysir seg at byggja íbúðir við alment gagnligum endamáli. Hetta kundi verið ein upplagdur møguleiki hjá sjálvsognarstovnum, tryggingarfeløgum, bankum, kommunum ella fakfeløgum at gjørt íløgur í bústaðir.
- Eg havi lagt uppskot fyri tingið tvær ferðir um at broyta lógarverkið, soleiðis, at tey sum byggja við alment gagnligum endamáli, kunnu fáa somu sømdir sum onnur, sum byggja. Í hesum førinum er talan um, at byggingin fær ikki MVG sømdir ella rentustuðul, sum í síðsta enda kundi skava toppin av leigukostnaðinum hjá einstaka leigaranum, greiðir Heðin Mortensen frá.
Annað sum borgarstjórin fýlist á er, at fólk sum keypa og eiga sethús fáa rentustuðul frá tí almenna, meðan tey sum leiga onki fáa. Og hann sigur:
- Tað ber ikki til, at leigarar hvørki hava rætt til stuðul ella sokallaðan boligsikring, tá øll onnur í samfelagnum fáa stuðul. Tí eri eg av teirri sannføring, at hetta er eitt mál sum landsmyndugleikarnar eiga at rudda upp í sum skjótast, so verandi stættamunur ikki bara verður verri, sigur borgarstjórin, sum samstundis vísir aftur, at tað er uppgávan hjá kommununi at gera íløgur í bústaðarbygging, sum støðan er í løtuni, tí tær íbúðirnar verða alt ov kostnaðarmiklar til stakar uppihaldarar.
Kanska er vón kortini
Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismann í Almanna og heilsumálum, hevur landsstýrið í fyrsta umfari valt at fáa lógina um lutaíbúðir og um húsalánsgrunnin í rættlag. Hetta fer at taka umleið eitt ár. Síðani verður farið undir arbeiðið við lógini um MVG og rentustuðul, ikki til leigarar ella til tey sum lata íbúðir byggja, men til tey fólkini, sum standa sum lutaeigarar í lutaíbúðárhúsum.
- Vit ynskja ikki, at lata bústaðarmarknaðin upp í hendurnar á privatum byggiharrum. Tá tað ikki ber til at lata MVG frádrátt til ein leigara, sum jú ikki hevur bygt nakað, so velja vit heldur at lata stuðul til hvørja tinglýstu lutaíbúð, og ikki fyrr, sigur landsstýrismaðurin, og slær fast, at við hesi skipan verða tað íbúgvarnir og ikki spekulantar, sum fáa ágóðan.
- Við hesi skipan kunnu vit tryggja, at tey sum fara undir at byggja lutaíbúðir gera tað við einum alment gagnligum endamáli, og ikki fyri at vinna pening. Talan kundi tá verið um kommunur, sjálvsognarstovnar, fakfeløg ella tryggingarfeløg, sigur landsstýrismaðurin at enda.
Bústaðarpolitikkur
Samgongan vil virka fyri at fáa ein fjøltáttaðan íbúðarmarknað. Hetta verður gjørt við at broyta lógina, so íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og mvg sømdir, sum tey, ið byggja privat sethús. Lógin um Húsalánsgrunnin verður endurskoðað í hesum sambandi.
Leigulóg verður gjørd, sum tryggjar rættindi hjá leigarum og útleigarum.
Nýggi bústaðarpolitikkurin er eitt av týdningarmiklu átøkunum hjá landsstýrinum. Farið er nú undir at nøkta stóra tørvin á fjølbroyttari bústaðarbygging, og fyrsta stigið verður at umskipa Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin til eitt partafelag. Samstundis verður farið undir næsta stigið við at gera eina lóg um lutaíbúðarfeløg.
Úr framløgu løgmans á Ólavsøku 2005