Málið um eldsbrunan í húsunum hjá AA á Tinghúsvegnum í Havn er enn ikki uppklárað. Tað var 20. juli, at eldur kyknaði í húsunum og eftir stuttari løtu stóð login út gjøgnum vindeyguni á húsunum. Fundarvirksemið hevði verið í húsinum hetta kvøldið, men góðan tíma eftir, at seinastu fólkini fóru, kyknaði eldurin.
Løgreglan var skjót á staðnum, men kortini fingu húsini stóran skaða, bæði av royki og av vatni frá sløkkiarbeiðinum.
Eina viku eftir eldsbrunan boðaði løgreglan frá, at eldurin var ásettur. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, segði við Kringvarp Føroya, at væntandi var talan um eitt innbrot, sum endaði við, at tjóvurin setti eld á húsið. Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini sigur, at eldurin er kyknaður í gongini, umframt at eldur er settur á aðra staðni í húsinum.
- Har, sum vit síggja, at eldur er kyknaður, eru ongar aðrar eldsorsøkir, og tí meta vit fyri vist, at eldurin er ásettur, sigur Hildur hon.
Løgreglan hevur sent royndir til Danmarkar til kanningar, men hevur einki hoyrt aftur enn. Hildur Hentze, sigur, at løgreglan vónar at kanningarúrslitini fara at vísa leivdir av antin DNA ella fingramerkjum, sum kunnu geva løgregluni eina greiðari ábending um, hvør kann hava sett eld á húsini.
Løgreglan eftirlýsti fleiri persónum í døgunum eftir eldsbrunan og hevur havt fleiri fólk inni til avhoyringar, men enn er eingin skuldsettur í málinum.
- Vit vóna, at úrslit av royndunum kunnu beina okkum á rætta slóð, sigur Hildur Hentze.