– Vánalig døming

Christian Lundberg vísti hví GÍ hevur ynskt at fáa hann knýttan upp í teirra hóp. Eftir dystin gleddist danin eisini um at vera aftur í Føroyum, men tað var trupult at fáa hann at tosa um annað enn dómaran.

– Eg havi glett meg til henda dystin, og tí er tað keðiligt at hann verður oyðilagdur á henda hátt. Dómarin hevði frammanundan gjørt av, hvør skuldi vinna henda dystin. Soleiðis tóktist tað í hvussu so er fyri mær, segði Christian Lundberg avgjørdur. Hann hevði ikki nógv gott at bera dómaranum, men rósti heldur liðfeløgunum. – Eg haldi tað er flott, at teir varðveita góða moralin alla tíðina. Vit koma eisini gott aftur at enda og tað er flott, metir Christian Lundberg.