Vánaligasta úrslitið hjá Apple í trettan ár

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er sølan av iPhones minkað.

Amerikanska risafyritøkan Apple hevur í morgun kunngjørt úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í 2016, og ikki kann sigast annað enn, at tað er ein staðfesting um, at trøini ikki vaksa upp til himmals.

 
Fyritøkan, ið seinastu árini hevur vunnið telefon-, teldu- og teldilmarknaðin við iPhones, Mac-teldum og iPads, avdúkaði eitt úrslit, ið vísti at sølan og vinningurin hjá felagnum, fyri fyrstu ferð í yvir tíggju ár, er minkað í einum ársfjórðingi. Tað skrivar amerikanska tíðindasíðan CNN.


Seinast tað hendi var fyrsta ársfjórðing í 2003, ið var væl áðrenn fyritøkan byrjaði at selja Mac-teldur, iPads og iPhones.


Tilsamans minkaði samlaða sølan fyrsta ársfjórðing 2016 samanborið við fyrsta ársfjórðing 2016 við 13 prosentum, meðan vinningurin sama tíðarskeið minkaði við 22 prosentum.


Serliga er tað iPhones, ið hevur verið ein góð inntøkukelda hjá felagnum, og mett hevur verið, at sølan av iPhones er umleið tveir triðingar av allari søluni hjá felagnum.


Tí er tað heldur ikki óvæntað, at væntandi sølan hevur samband við søluna av av iPhones. Sølan av iPhones minkaði við 16 prosent, og er tað fyrstu ferð nakrantíð, at sølan av iPhones er minkað.


Sølan av iPads og Mac-teldum eydnaðist heldur ikki serliga væl. Sølan av iPads fall við 19 prosentum, meðan sølan av Mac-teldum fall við 12 prosentum.