Føroyski reiðarin og vinnulívsmaðurin, Gullak Madsen sum eigur nótaskipið Ruth, vónar at strandalondini semjast um eitt býti av sildini, so sleppast kann undan at ES setur handilsforðingar í verk ímóti Føroyum.
Gullak Madsen býr í Hirthals, og skipið hjá honum fiskar ein part av ES kvotuni. Eisini situr hann í nevndini í donsku uppisjóvarvinnuni, saman við tveimum øðrum føroyingum.
Formaðurin í felagnum Esben Sverdrup-Jensen segði við fiskeritidende.dk í vikuni, at hann vónar, at ætlaðu handilsforðingarnar fara at fáa Føroyar aftur til samráðingarborðið.
Esben Sverdrup-Jensen harmast um ætlaðu tiltøkini, men sigur at tey eru neyðug, tí føroyingar ovfiska sildastovnin.
Vit spurdu Gullak Madsen, hvussu hann hevur tað við at sita í nevndini í donsku uppisjóvarvinnuni, sum krevur at ES skal seta handilsforðingar í verk ímóti Føroyum.
-Hetta er ein ólukkilig støða sum er íkomin, og eg vóni at londini finna eina semju, er stutta viðmerkingin frá Gullaki Madsen.
Hann hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið.
-Formaðurin hevur givið boð um, at einans hann úttalar seg til fjølmiðlarnar, sigur Gullak Madsen.