Skipasmíð
?Tað ringasta, sum henda kann í málinum um gjaldssteðgin hjá týsku skipasmiðjuni, sum smíðar nýggju Norrønu, er, at Smyril Line missir bæði skip og pengar.
Tað sigur Torleivur MIkkelsen, skipsmeklari í Havn, sum vónar, at byggisáttmalin vaðr rætt samansettur, tá hann í síni tíð varð gjørdur.
?Nú vænti eg, at tað stendur í sáttmálanum, at bankin hjá skipasmiðjuni stillar eina ófrávíkiliga trygd fyri, at Smyril Line í øllum førum fær allar sínar pengar aftur, um skipasmiðjan fer á heysin, sigur Torleivur Mikkelsen.
Av øðrum møguleikum at koma burtur úr støðuni, sum hon er vorðin í dag, nevnir hann, at landspartastjórnin kemur upp í og ger tey trý skipini, sum eru í gerð, liðug, áðrenn skipasmiðjan møguliga verður afturlatin. Tað er ein máti, sum plagar at verða brúktur í slíkum støðum, sigur hann.
Ein annar møguleiki er, sigur Torleivur Mikkelsen, at skipasmiðjan fer á húsagang og verður seld. Tað ringsta, sum tá kann henda, er at keyparin bara tekur sjálva skipasmiðjuna, men ikki vil vita av nýbygningunum, sum inni standa.
Hendir tað, er alt farið, um ikki ein ófrávíkilig trygd er staðfest í byggisáttmálanum, sigur hann.