Vónbjørt nýggjur býarbókavørður í høvuðsstaðnum

Tórshavnar kommuna hevur funnið avloysaran hjá Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Vónbjørt Vang er nýggjur býarbókavørður/leiðari í Tórshavnar kommunu. Tað boðar høvuðsstaðarkommunan frá á heimasíðu síni í dag.


Sostatt tekur Vónbjørt Vang við starvinum eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið segði seg úr starvi 22. mai í ár. Vónbjørt Vang er ikki heilt ókend í starvinum, tí í tveimum førum hevur hon verið virkandi býarbókavørður. Fyrst eitt skifti í 2016, tá Arnbjørn Ó. Dalsgarð var í farloyvi fyri at skriva eina skaldsøgu, og harnæst síðan 6. juni í ár.


Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum 1. bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður.