-Vóni eg gerist klárur

Landsliðsleikarin og verjuleikarin hjá NSÍ, Pól Thorsteinsson, er bjartskygdur undan steypafinaluni, og hann roknar við, at NSÍ vinnur dystin. Pól er ivasamur til finaluna vegna skaða, men hann væntar og vónar at kunna spæla

Pól Thorsteinsson hevur síðani sítt gjøgnumbrot á landsliðnum á Malta á sinni verið roknaður millum bestu verjuleikarar í landinum. Tískil verður hann ein av lyklaleikarunum í finaluni, um hann verður førur fyri at spæla.
-Í løtuni eri eg ivasamur, men eg rokni við og vóni sjálvsagt, at eg verði førur fyri at spæla, sigur Pól Thorsteinsson.
HB hevur í ár havt uttan iva besta álopið í landinum, har Andrew av Fløtum og Jón Rói Jacobsen tilsamans hava skotið 19 mál í landskappingini, og tískil fær NSÍ harðliga brúk fyri landsliðsleikaranum í verjuni, tá liðini bæði bresta saman ólavsøkudag.

Góður íslandstúrur
NSÍ hevur undan steypafinaluni verið á venjingarlegu í Íslandi, og Pól Thorsteinsson sigur, at hetta avgjørt hevur verið ein góður túrur fyri hópin, og at liðið nú er væl fyri, hóast NSÍ hevur bæði leikbann og skaðar í hópinum. Sambært Pól hava teir vant nógv og spælt tveir venjingardystir, og tí hava fyrireikingarnar verið góðar,
- Tískil haldi eg, at vit vinna dystin móti HB á ólavsøku, og tað hava vit alla orsøk til at trúgva uppá, endar ein avgjørdur vágbingur í útlegd í Runavík, sum sjálvur er ivasamur undan steypafinaluni móti HB vegna skaða.

Myndatekstur: Pól Thorsteinsson er ivasamur til steypafinaluna á ólavsøku, men hann væntar at kunna spæla. ? Vit vinna dystin, sigur landsliðsleikarin avgjørdur