Oljumessa
Ein týðandi partur av altjóða oljuframsýningini og ráðstevnuni ONS í Stavanger eru fundir og samrøður millum oljufólk og millum politikarar og embætisfólk teirra. Hetta er heldur ikki fremmant fyri teir føroyingar, sum eru á ONS. Nú Bretland hevur fingið nýggjan orkumálaráðharra síðani seinastu oljumessu var tað eitt ynski hjá nýggja ráðharranum at hitta føroyska starvsbróðurin, sum í mun til nógvar aðrar oljumálaráðharrar hevur yvirlivað fleiri oljumessur: Brian Wilson og Eyðun Elttør hittust á básinum hjá almenna bretska marknaðarstovninum Trade Partners seinnapartin týsdagin. Og tað margháttliga hendi, tá hesir menninir fyri fyrstu ferð hittust: at teir fóru at tosa um fótbólt og her serstakliga komandi stórdystin millum Skotland og Føroyar ? hetta sama hendi fyri nøkrum árum síðani, tá Eyðun Elttør hitti sín táverandi bretska starvsbróður, John Battle. Tá teir brosandi og blíðskortaðir byrjaðu samrøðuna var tað við spurninginum, hvørjum enskum liðum teir hildu við. Hesa ferð var tað meira alvorligt sum so, tí nú ráddi tað um at tala søk hjá landsliðunum báðum.
-Eg havi stóra virðing fyri føroyingum, tá hugsað verður um, hvussu væl tit hava staðið tykkum í altjóða fótbólti. Eg beri ótta fyri dystinum millum Skotland og Føroyar í næstum. Vit hava ikki klárað okkum so væl í seinastuni, so tað fer uttan iva at vera ein javnur dystur sigur Brian Wilson við Sosialin, sum fekk orð á hann eftir samrøðurnar millum hann og Eyðun Elttør. ?Eg tori næstan ikki at spáa um úrslitið, og vil ikki siga hart, hvat eg hugsi um okkara lið. Men eg vóni, at Skotland megnar at vinna, skulu vit siga 1-0!