Vænta at nógv ungfólk verða arbeiðsleys

Og nú skal landsstýrismaðurin greiða frá um hann ætlar at gera nakað við tað

 

Nú kunnu vit vænta, at nógv ungfólk fara at vera arbeiðsleys í summar. Tað heldur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Og nú spyr hon Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, hvat hann ætlar at gera við tað, ella um hann ætlar at gera nakað við tað yvirhøvur.

Løgtingskvinnan vísir á, at ein vinna, sum serliga hart rakt av korona-kreppuni, er tænastuvinnan.

Samstundis eru tað nógv ung fólk, sum arbeiða nettupp í tænastuvinnuni og tískil er væntandi, at ungdómsarbeiðsloysið fer at vera stórt hesa næstu tíðina.

Umframt at Hervør Pálsdóttir spyr, um landsstýrið ætlar at gera nakað við tað, vil hon eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu aldursbýtið er á teimum, sum hava verið í serligu korona-skipanini hjá Als. Hon vil eisini hava greiði á, hvar í landinum tey búgva, og hvørjum vinnugreinum tey eru í.