Vænta framvegis at suðuroyingar spæla við

Landsstýrið væntar at suðuroyingar vilja spæla við. Men vilja kommunurnar í Suðuroy ikki tað, kann landsstýrið ikki byggja røktarheim, men tað kann undir øllum umstøðum flyta miðnámsskúlan og heilsuskúlan til Hovs

Skúlar og røktarheim

Vit vænta framvegis, at kommunurnar í Suðuroynni síggja tað skilagóða í hesum og vilja spæla við.
Jòannes Eidesgaard, løgmaður, er sannførdur um, at tann besta loysnin fyri Suðuroynna er at taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann í einum depli har, saman við heilsuskúlanum, sum annars var markaður til Tvøroyri.
Afturfyri skal so eitt røktarheim til 35 fólk byggjast í Vági á stykkinum, sum nú er grivið út til miðnámsskúla.
Hendan ætlanin sá dagsins ljós 11. septembr, tá ið ið varð løgd fyri Vágs Býráð, sum ógvuliga avgjørt vísti henni frá sær, serliga við atliti til at flyta skúlan.
Men fyrsta november skrivaðu teir báðir Landsstýrismenninir, Hans Pauli Strøm og Jògvan á Lakjuni, øllum kommunum í Suðuroy bræv, har teir gjørdu greitt, at landsstýrið stóð við ætlanina og teir vónaðu, at kommunurnar tóku undir við henni, so at hon kundi gerast veruleiki.
Eftir tíðarætlanini hjá samgonguni, skulu miðnámsskúlin, heilsuskúlin í Hovi og røktarheimi í Vági standa liðugt í 2007.
Vit hava spurt løgmann um hetta ikki beinleiðis er at leggja seg út í valstríðið uppundir kommunuvalið í dag.
Tað undrar hann ikki, at onkur uppfatar tað soleiðis. Men hann sigur, at tað passaði seg soleiðis og tað var ikki soleiðis, at brævið til kommunurnar skal skiljast.
? Við hesum brævinum vildu vit gera púra greitt, at hetta var ikki eitt tomt lyfti.
Hinvegin ásannar løgmaður eisini, at samgongan átti at havt sett seg í sambandi við allar kommurnar frá fyrsta degi.

Vónandi vilja suðuroyingar spæla við
Annars vónar løgmaður framvegis, at kommunurnar í Suðuroynni vilja spæla við, tí hann er sannførdur um, at hetta er tann besta loysnin fyri Suðuroynna.
Kortini ásannar hann, at vilja kommunurnar í oynni ikki vilja vera við í eini ætlan um at byggja røktarheim, verður onki røktarheim bygt, tí kommunurnar skulu betala helvtina av kostnaðinum.
? Sostatt kann landsstýrið ikki byggjarøktarheim av sínum eintingum of senda rokningina til kommunurnarm staðfestir løgmaður.
Í brævinum til kommunurnar í Suðuroy ásannar landsstýrið, at Suðuroyggin er í eini serligari støðu og tí er landsstýrið sinnað at finna ein fíggingarhátt, sum er so lagaligur, at tað verður fíggjarliga gjørligt hjá øllum kommununum í oynni at vera við.
Í hesum liggur ikki at kommunurnar sleppa undan at betala sína helvt.
? Hetta skal skiljast so, at landsstýrið er sinnað at finna eina skipan, har avdráttartíðin hjá kommununum kann toyggjast yvir so nógv ár, at tað verður fíggjarliga gjørligt hjá kommununum.
Men hevur Vágs Kommuna brúkt pengar uppá stykkið til miðnámsskúlan, kunnu teir pengarnir sostatt verða ein partur av tí, sum kommunan annars skuldi betalt til eitt røktarheim.
Spurningurin er so, hvat hendir, at um kommunurnar í Suðuroy ikki taka undir við ætlanini.
?Vit vóna og vænta framvegis, at málið verður loyst í sátt og semju. Og vera kommunurnar ikki við, kann onki røktarheim gerast.
Hinvegin eru skúlarnir báðir ein landsuppgáva burturav og teir kann landið sostatt byggja, har sum landið vil.
? Og vilja kommunurnar ikki vera við, er tað avgjørt ein møguleiki at landið einsamalt tekur avgerð um at byggja skúlarnar í Hovi og at Vágs Kommuna so ístaðin fer endurgjald fyri útreiðslur, sum hon hevur havt av stykkinum til miðnámsskúlan.
Hann leggur tó dent á, at ongin avgerð er tikin um hetta í landsstýrinum, men vit standa fast um, at frægasta loysnin fyri miðnámsskúlan, heilsuskúlan og røktarheimi er tann loysnin, sum vit hava skotið upp.