Talan er um dystin, tá Todi Jónsson av álvara vendir heim til KÍ. Og tað sama ger Atli Danielsen, sum seinnu árini hevur spælt fótbólt í Danmark.
Tí roknar leiðslan í felagnum við, at áhugin fyri dystinum er somikið stórur, at áskoðaratalið má avmarkast av trygdarávum.
Tey hava tí tikið tað óvanliga stig at selja atgongumerki til dystin í forsølu. Á heimasíðuni verður upplýst, at í mesta lagi 2.000 áskoðarar sleppa til dystin.
Áskoðarametið í Klaksvík stavar frá 1991, tá KÍ - við Toda Jónsson millum málskjúttarnar - vann 3-0 á B36 í dystinum, ið mest sum avgjørdi meistaraheitið hetta árið. Ta ferðina varð mett, at fleiri enn 3.000 fólk hugdu at dystinum.