Óvæntað men líkamikið

Fleiri stuðulsspælarar vóur áskoðarar, tá Neistin vann ein heldur óvæntaðan sigur á StÍF, tá bæði liðini hitaðu upp til finalurnar

StÍF-Neistin 28-32 (15-18):


Á talvuni endaði tað við, at bert eitt stig var á muni millum StÍF og Neistan. Men undan dystinum var longu greitt, at bæði liðini vóru í FM-finaluni, og at StÍF í hesum fær heimavøll í eini møguligari triðju finalu.

Tí var tað so sum so við spenninginum á Skála leygardagin, og tað eyðkendi eisini báðar partar. Teir spælarar, sum høvdu betri av at hvíla seg heldur enn at spæla, fingu eisini loyvi til tess, og hugburðurin hjá hinum spælarunum var ikki av sama slag, sum hann væntandi verður skírisdag, tá fyrsta finalan verður á skránni.

Tað var StÍF, sum byrjaði dystin betur, men spakuliga tók Neistin alt meira yvir. Serliga vóru Dann Thorleifsson og Tróndur Kragesteen væl upplagdir, og tá verjuspælið ikki var tað heilt stóra at reypa av, komu teir fleiri ferðir í heilt góðar skotstøður.

Seinastu minuttirnar undan steðginum dróg Neistin frá, og tann munin høvdu teir hug at økja fyrstu løturnar eftir steðgin.

Heilt leysir sluppu teir ikki, men StÍF megnaði ongan tíð veruliga at koma fyri seg aftur. Stutt fyri leiklok minkaðu teir tó munin niður í eitt mál, men tað takið kostaði nógvar kreftir, og so kundu Neistin og Dann við einum góðum spurti seta punktum fyri dystinum.

Hóast fegnir um sigurin, so var tað ein strika í rokningini hjá Neistanum, at Karl Herup Olsen fekk reytt kort í seinna hálvleiki. Eitt kort, sum ber við sær, at hann ikki verður tøkur til fyrsta finaludystin.


Fakta um dystin

StÍF-Neistin 28-32 (15-18)

10 min: 6-6

20 min: 12-12

40 min: 19-23

50 min: 24-27

Málskjúttar

StÍF: Danni Syhler 6, David Edvardsen 6(1), Leivur Justinussen 5, Jón Rasmussen 5, Sjúrður Djurhuus 1, Jóannes Prestá 1, Bárður Danielsen 1

Neistin: Dann Thorleifsson 10, Tróndur Kragesteen 7(2), Jákup Apol 5, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 3, Karl Herup Olsen 3

Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3

Útvísingar: StÍF 2, Neistin 4

Diskvalifikatión: Neistni 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen