Tað hevur regnað illa har suðuri í Noregi teir seinastu tíðina. Nógvar áir eru farnar upp um áarbakkarnar, og myndugleikarnir siga, at stórur vandi er fyri vatnflóð nógvastaðni um vikuskiftið. Tí hava teir sent út ávaring í vatnflóð í Telemark, Buskerud, Østfold, Oslo og aðrastaðni. Myndugleikarnir siga, at nógvastaðni er vandi fyri, at vegirnir fara at standa undir í vatni, og at hetta helst fer at gera seg galdandi í bygdum og býum. Í støðum verður vatnflóðin helst tann størsta seinastu fimm árini.