Væntandi rikin inn á Sandavág

- Grindin er ring at fáa skil á, sigur grindaformaður

Har eru um fimm bátar hjá grindini í Vágum beint nú, og grindin liggur beint vestanfyri Trælanípuna. Talan er eftir øllum at døma ikki um nógvar hval, og grindin verður eftir ætlan inn á Sandavág. 

 

 - Vit royna at fáa hana samlaða, og so verður hon nokk rikin inn á Sandavág, sigur Gardar Joensen, grindaformaður.

 

Veðrið er ikki av tí besta í dag, og grindin er ring at fáa skil á, tí hon gongur ikki í bólkum. Tað fer at taka eina løtu hjá bátum at koma út til grindina, men fleiri eru á veg.

 

- Tað er spjadd grind, og her er ikki nógvir hvalir. Tað er óslætt og ringt veður her, so grindin er ring at fáa skil á beint nú, sigur hann.