Víðopnar verjur

Krepputosið fekk av álvara ferð á í Runavík, tá liðið hvørki dugdi at verja ella at skjóta mál í Gundadali

Fótbóltur

4-0 ljóðar sum ein knúsandi tryggur sigur. Og mett eftir seinastu 60 minuttunum var hesin sum so eisini í fínasta lagi.
Men fyrstu minuttirnar mundu HB-viðhaldsfólkini í Gundadali als ikki vera serliga vís í sigrinum. Mest sum áðrenn hesi vóru komin upp á pláss, høvdu runavíkingarnir fleiri møguleikar - harav einir tríggir vóru í 100% klassanum. Men tað einu ferðina bjargaði Bárður Johannesen við rygginum! og tvær ferðir vórðu returbóltar í fimm-metrinum lossaðir upp um HB-málið. Og skorar tú ikki upp á slíkar møguleikar, so er tað altso hampuliga trupult at vinna nakrar fótboltsdyst.

Fullu púrasta saman
Mongu møguleikarnir tala sítt greiða mál um, at HB-verjan var til at tosa við. Serstakliga kom NSÍ fyrstu løtuna væl ígjøgnum í høgru, og miðverjan tóktist heldur ikki serliga sannførandi.
Tað gjørdi hon so heldur ikki hjá NSÍ, og hetta dugdu havnarmenninir at revsa. Teir høvdu fingið nakað av friði yvir spælið eftir ógvusligu byrjanina hjá NSÍ, og eftir bara 13 minuttum kom eisini hol á. Óli Hansen og Pól Thorsteinsson hava fleiri hundrað dystir í bestu føroysku deildini sínamillum, men kortini var talan um reina barnasjúku, tá HB legði seg framum. Teir báðir miðverjanir vóru staddir einar 20 metrar frá hvørjum øðrum, og so var Páll M. Joensen púrasta leysur, tá Jákup á Borg lyfti inn um verjuna.
Hetta var ein ordans bakkaláari at fáa hjá gestunum, og støðan gjørdist ikki betri lítið korter seinni. Jens Martin Knudsen misti í tveimum atløgum hornasparksbólt, og so kundi Emil N. Leifsson úr stuttari fjarstøðu pota í tóma málið.
Og so var ikki stórt, sum NSÍ megnaði at gera restina av dystinum. Gaman í høvdu teir onkrar hissini royndir, men tað tóktist, sum hevði HB alla tíðina fult tamarhald á støðuni. Snøgt sagt, so hevur liðið fleiri og betri bóltspælarar enn NSÍ, og málið til 3-0 var eisini ein kraftig undirstrikan av hesum. Mortan úr Hørg, Jákup á Borg og Rókur av Fløtum Jespersen tagaðu við trimum sendingum NSÍ-verjuna fullkomuliga, og so kundi Rókur við eini perlu banka bóltin fram við Jens Martini. Og so hoyrir tað nærum til søguna, at Johan E. R. Mouritsen enn einaferð kom á vøllin og skoraði.

Ov fá kilo
Umframt veikleikarnar, sum báðir partar sýndu í verjupartinum, so tóktist eisini, talan fyrst og fremst er um fysiskar manglar hjá liðunum. HB hevur áður havt trupulleikar, tá mótstøðuliðini byrja at spæla við kroppinum, og tað kundu teir kanska eisini fingið hesaferð. Men NSÍ hevði ikki spælaran, sum kundi skapa neyðuga trýstið. Her vildi Helgi L. Petersen annars verið sannur fongur, men við honum á skaðalistanum var ikki nóg stór tyngd í spælinum. Heldur ikki fram eftir vøllinum, har runavíkingar mest sum lótu alt upp í hendurnar á einsamalla Christian Høgna, og tað heldur ikki gjøgnum heilan dyst.

Kreppa í Runavík
Meðan sigurin sum vera man munaði væl hjá HB, sum nú er komið upp á seks stig, so var hetta steinur oman á byrðu hjá NSÍ. Higartil hevur liðið bara vunnið ein dyst - á útivølli móti niðasta liðnum. Ein heimadystur er taptur og ein er endaður við javnleiki, og tí skal nærum eitt undur til, um liðið skal verða partur av oddastríðnum. Nakað sum annars var málið hjá felagnum í ár.
Og skal liðið ikki vera liðugt, longu áðrenn kappingin veruliga er byrjað, so skulu heilt aðrir bollar á suppuna. Á pappírinum tykist verjuparturin at vera ein tann sterkasti í landinum, men í praksis hevur hetta so langt ífrá fungerað. Kanstpælið, sum annars hevur verið vørumerkið hjá liðnum í fleiri ár, er mest sum ikki-eksisterandi. Og tá er altso trupult at skapa nóg mikið av møguleikum. Tað gjørdi liðið kortini fyrstu fimm minuttirnar í Gundadali, men tá sjálvt slíkir møguleikar verða misnýttir, so standa kreppu-tekinini at lesa í reyðum neon-stavum.