Løgreglan leitar eftir einum manni, sum var ílatin kovboybuksur og ein myrkan jakka við hettu.
Hettuna hevði hann strammað væl um andlitið, so bara eyguni sóust og tí ber ikki til at siga, hvussu maðurin annars sær út.
Hann er umleið 170 sentimetrar til hæddar, er klæntrasligur og er mettur at vera um 30 árs aldur. Viðvíkjandi aldrinum er tað at leggja afturat, at tað kann merkja onkustaðni frá fyrst í tjúgunum til onkustaðni í tríatiárunum ...