- Várharra hevur einki ímóti, at kvinnur eru prestar

- Undirbrotligheit býr meiri í fólki, ið verða trúttað við, at konufólk ikki kunna og duga nakað. Er tað lívsfatanin hjá hesum fólkum, at kvinnur ikki skulu virka sum prestar, kunnu vit ikki gera so nógv, uttan at virða teirra sjónarmið. Men tey eiga eisini at virða sjónarmiðið hjá meirlutanum, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya, í sambandi við samtyktina hjá KSF um diskriminasjón av kvinnuligum prestum

- Kvinnuligu prestarnir í Føroyum hava einki gjørt ella sagt, sum fær meg at halda, at tær standa aftan fyri mannligu prestarnar. Tvørtur ímóti. Eg veit ikki, hví nakar heldur seg hava betri samband við Várharra enn nakar annar, og at hava einarætt uppá sannleikan. Hetta sær meira út sum maktgirnd enn nakað annað, og ein ætlan um at styrkja patriarkatið, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya, KSF.

Dýra biðidag hevði Kvinnufelagasamskipan Føroya ársfund á gamla próstagarðinum á Nesi. Á fundinum varð ein samtykt gjørd, sum átalar diskriminasjónini av kvinnuligum prestum í Føroyum. Fyri sløkum tíggju árum síðani gjørdi KSF eisini eina slíka samtykt. Men sambært yvirlýsingini hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya hesa ferð, er støðan versnað síðani.

- Diskriminasjónin av kvinnuligum prestum byrjaði á einum ávísum stað í Føroyum. Tá var talan um ein prest, men í dag er talan um ein bólk við fleiri prestum. Tað er ikki sørt ræðandi, at tað serliga eru teir ungu, nýútbúnu prestarnir, ið eru farnir uppí henda bólkin. Hetta er stór vanærilig skomm, men eg fegnist um, at bispur hevur greiða og fasta støðu í málinum.

- Í dag stendur øllum í boði, kvinnum og monnum, at nema sær útbúgving, uttan mun til hvørja útbúgving talan er um. Tí hava eisini øll sama rætt at brúka útbúgvingina í verki. Øll kunnu hava síni sjónarmið, - vit búgva jú í einum demokratiskum landi, men tað gevur ikki nøkrum rætt at brúka egnu sjónarmiðini ímóti øðrum. Landið verður rikið eftir lógum og fyriskipanum. Tulkingarnar eru nógvar og ymiskar. Tað ber ikki til at grundgeva og tulka Bíbliuna soleiðis, at viðkomandi setir seg uttan fyri lógina.


Menn stýra og granska

Kvinnur, einstaklingar og rørslur, hava serliga hesa øldina stríðst fyri javnstøðu í øllum liðum í samfelagnum. Hví síggjast vunnu rættindini ikki aftur í kirkjuni?

- Kirkjan er framvegis patriarkalsk, tað vil siga stýrd av monnum og øll bíbliugransking var áður í mannfólkahondum (og heilum). Hinvegin eru nógv innan kirkjuna, sum tosa ímóti diskriminasjónini. Hvør hevur so rætt, kunnu vit spyrja. Eg eri sannførd um, at Várharra hevur einki ímóti, at kvinnur eru prestar. Tað kunnu ikki vera nøkur fá bíbliukøn, sum skulu gera av, hvat vit skulu halda og trúgva.

- Fólkakirkjan er fólksins kirkja. Eg eri sannførd um, at føroyskir prestar høvdu ikki birt í eitt slíkt stríð. Tað er nógv fyri, at ein danskur prestur hevur fingið hetta stríð í lag, og fingið alt landið á gos. Stríðið er niðurbrótandi, og kann vera við til at styggja konufólk úr kirkjuni. Og tað er spell. Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, men hetta stríðið er sum tikið úr fornøldini. Ófatuligt, at nakar enn skal halda, at kvinnur ikki eins væl kunnu vera prestar sum menn. Somu fólk halda, at kvinnur eru nóg góðar at boða kristnitrúnna í heidningalondum, men ikki at vera prestar í okkara egnu kirkjum.

Hvussu vit koma diskriminasjónini til lívs, hevur forkvinnan í Kvinnufelagasamskipan Føroya onga loysn uppá.

- Hetta er eitt upplagt mál hjá javnstøðunevndini at arbeiða við, tí tað snýr seg um diskriminasjón.

- Undirbrotligheit býr meiri í fólki, ið verða trúttað við, at konufólk ikki kunnu og duga nakað. Er tað lívsfatanin hjá hesum fólkum, at kvinnur ikki skulu koma sær fram og at kvinnan skal vera undir manninum, sum tey siga, kunnu vit ikki gera so nógv, uttan at virða teirra sjónarmið. Men tað krevur so eisini, at tey virða sjónarmiðið hjá meirlutanum, ið er nakað heilt annað.

- Hvør verður størstur í himmiríki ella hvør var bestur á foldum, skulu vit tíbetur ikki døma um. Eg minnist sum barn, at sagt varð, tá ið okkurt skeivt varð gjørt ella sagt: nú grætur Jesupápi. Eg haldi, eg fari at siga tað sama um hetta stríð: nú grætur Jesupápi, sigur Inga Ellingsgaard at enda.