Várlig sjeytiára fagnaðarkonsert og uttanlandsferð

Uttanlandsferð

Í annaðkvøld, leygarkvøldið kl 20, hevur Fuglafjarðar sangkór kirkjukonsert í Fuglafjarðar kirkju. Hetta er í samband við at, Fuglafjarðar sangfelag hevur sjeyti ár á baki, men sigast kann, at kórið hevur røtur aftur til 1925.
Fuglafjarðar sangkór fer um páskirnar á eina uttanlandsferð og liggur leiðin fyrst til Aalborg, sum er vinarbýur Fuglafjarðar.
Skírishósdag, 28. mars kl 19, hevur sangkórið konsert í Skalborgskirkju í Aalborg, langafríggjadag, 29. mars kl. 19, konsert í Vodskov kirkju, páskadag 31. mars kl. 16, konsert í Skagens kirkju, 2. páskadag 1. apríl, fer kórið til Svøríkis og hevur konsert í Frølunda kyrka, Kyrkgatan 2, kl 16 í Gøteborg. Kórið fer at vitja Henning Bøgesvang fyrrverandi prest í Klaksvík.
Kórið hevur tvær konsertir í Lund. Týsdagin 2. apríl syngur kórið í sankt Hans Kyrkan, Fräladen, mikudagin 3. apríl hevur kórið konsert í Vita huset, Urdaväden. Kórið vitjar Midnatskøren og leiðara tess, Gøsta Petersen, og fer eisini at syngja saman við hesum kóri á konsertunum.
Hósdagin 4. apríl stevnir kórið til Keypmannahavnar og hevur tvær konsertir har. Fyrra konsertin er á Amager sama dag í Allehelgens kirke, Ungarsgade 43 kl. 19, og fríggjadagin 5. apríl Kl. 19 hevur kórið sína seinastu konsert á ferðini í Samuelskirkjuni. Kórið vitjar Tritonus og leiðara tess John Høybye.
Í sangkórinum eru 36 sangarar. Solistar eru Anvør Abrahamsen, Linda Toftegård, Daisy Johannesen og Hannis Hansen. Kórleiðari er Frits Johannesen. Klaverfylgisspælið hevur Eyðun á Lakjuni, og orgulfylgisspælið hevur Jóannes Nolsøe. Hann fer eisini at framføra onkra orgulsolo.