Vørn keypir norskt

Tað varð norska felagið Maritime Partner, ið vann útboðið at at veita tveir nýggjar bátar til Vørn.

 

Vørn hevur sóknast eftir tveimum nýggjum sonevndum FRC-bátum til Brimil. Tveir slíkir bátar vóru partur av upprunaútgerðini hjá vaktarskipinum. Í útboðnum stóð skrivað, at bátarnir vóru úr aluminium og sergjørdir við millum annað hægri fríborði, fyri at tryggja, at teir dagliga kundu nýtast úti á opnum havi. 

- Bátarnir hava roynst sera væl, og manningarnar hava kent seg sera tryggar umborð, skrivar Vørn í útboðnum.

 

Víðari verður sagt, at nýggju bátarnir skulu tæna sama endamálinum, sum kann vera alt frá vanligari sigling til kanningararbeiði, sleip av lítlum bátum, bjargingararbeiði í ringum veðri, leitan eftir fólki ella sjúkraflutningur.

- Av tí at bátarnir vera brúktir til ymisk endamál og ofta í ringum veðri, er tað tí umráðandi, at teir eru sterkt bygdir, sjógóðir, tryggir og hava álítandi motorar, skrivar Vørn.

 

Tá av tornaði, hevði Maritime Partner besta tilboðið upp á nýggju bátarnar. Tilboðið hjá teimum var 3.016.000 krónur. Tvey onnur tilboð komu, men bæði KJ og Klaksvíkar Sleipistøð gjørdust ov stutt.