Vóru rættiliga úti um seg í gjár

– Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar fleiri staðni – og í nátt skrúvaðu tey nummarplátur av bilum

Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg við tí endamáli at kanna ferðsluna og í hesum sambandi varð ferðslan kannað fleiri staðni á meginøkinum.

Í Jatnavegi, sum er høvuðsvegurin ígjøgnum Miðvág, vórðu 80 bilar kannaðir og har fingu fimm bilførarar bót, so løgreglan heldur, at sum heild var gott skil á bæði bilum og bilførarum. Tríggir bilførarar fingu bót tí at teir ikki sótu í trygdarbelti ein hevði ikki koyrikortið við sær, og ein koyrdi við uppslitnum dekkum.

Ferðslan varð eisini kannað í Klaksvík, í Runavík og í Søldafirði og eisini har vórðu nógvir bilar kannaðir. Og heldur ikki tað var til fánýtis, tí har fingu seks bilførarar bót, og teir fingu allir bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Haðani fór løgreglan víðari og stillaði seg við Gøtugjógv, har fýra bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Av teimum fingu tveir bilførarar eisini klipp, fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.

Beint aftan á koyrdi løgreglan runt í Saltangará og í Runavík, og har fingu fýra bilførarar afturat, bót. Tveir av teimum tosaði í hondhildnari fartelefon, á tí eina bilinum var ein pera brostin og tann fjórði bilførarin fekk eisini klipp í koyrikortið, tí hann hevði eitt barn í bilinum, uttan at spenna tað fast eftir forskriftunum.

Í nátt var løgreglan eisini á ferð og tók nummarplátum av bilum,har eigarin skyldar vegskatt ella trygging, ella ikki er møttur til sýn. Løgreglan sigur, at tíggju bilar ymsastaðni í Suðurstreymoy hava mist nummarpláturnar í nátt.