? Vísið Watson burt úr Føroyum

Atli Dam, fyrrv. løgmaður var hann sum fyri 15 árum síðani tók ímóti Watson sum løgmaður og skýrdi hann búskaparligan terrorist. Hann heldur einki vera broytt síðani tá og sigur, at føroyingar skulu halda fast og vísa Watson burt. Eisini heldur hann, at pressan eigur ikki at gera so nógv burtur úr

Tey flestu munnu minnast, hvussu avgjørdur táverandi løgmaður, Atli Dam, var, tá Paul Watson vitjaði í Føroyum fyri umleið 15 árum síðani. Tá kallaði Atli Dam Paul Watson fyri búskaparligan terrorist.

Nú situr sami Atli Dam á síðulinjuni og eygleiðir tann leik, sum fer fram millum sama Paul Watson og myndugleikarnar her.

Og Atli Dam er líka avgjørdur nú sum tá. Hann heldur ikki, at vit so mikið sum eiga at geva Paul Watson lítlafingur, og hann heldur eisini, at føroyska pressan átti at tikið orðini hjá formanninum í Grindamannafelagnum í álvara. Hesin bað í farnu viku øll um at vísa hógv í Watson-málinum. Atli Dam er ein teirra, sum heldur, at pressan eigur at tiga Watson í hel.

-Tað er annars ógvuliga lítið broytt í hasum viðfanginum nú nærum fimtan ár aftaná. Eg vóni, at Watson verður vístur burtur beinanvegin og vildi mett, at bert hóttaninar, sum liggja í tí, hann sigur seg ætla at gera, áttu at verið nóg mikið til, at maðurin ikki sleppur at vera her. Haraftrat kemur, at hann er burturvístur úr onkrum øðrum Norðurlandi fyri lívið.

Atli Dam fýlist annars á part av tí viðgerð, sum hevur verið í fjølmiðlunum um grindamálið, sum hann heldur verða paranoiakend. Her sipar hann til skriving um leiklutin hjá donsku sjóverjuni.

-Vit vita, at donsk verjuskip eru og skulu vera í Føroyum. Og tað er gott, at tey eru tøk. Vit hava verið gjøgnum hetta eina ferð áður, og alt, sum tá hendi í 1986, var í neyvum samstarvi millum Føroya landsstýrið og politimyndugleikan, her serliga við løgmanni, sum tosaði nakrar ferðir við Paul Watson, Tað var eingin tvídráttur millum donsk og føroysk áhugamál í handfaringini av teimum samanbrestum, sum tá vóru millum Paul Watson, føroyskar og danskar myndugleikar. So tá eygleiðari í eitt nú grein í Sosialinum, leggur politisk motiv í tilbúgvingina til móttøku av Paul Watson, er hann langt úti og skjýtur fullkomiliga við síðuna av heldur fyrrv. løgmaður.

Hann vísir eisini til eina áheitan frá Grindamannafelagnum til allar føroyingar um at vera hóvligar. -Tann, sum fyrst og fremst hevur eftirlivað hesum er politimeistarin sjálvur, sum er sera lítillátin men roynir at vera fyrireikaður.

Fyrrverandi løgmaður sigur seg annars undrast á, at føroyskir fjølmiðlar gera so nógv burtur úr. Hann heldur teir við hesum renna ørindi fyri Watson.

-Tað er ikki danska sjóverjan, sum hevur geilað nakað upp, heldur er tað føroyska pressan, sum hevur bitið á ongulin hjá Watson.

Hann heldur at hetta at bera fram lívssøguna hjá Watson verða at skapa tíðindi og ikki at bera tíðindi.

Atli Dam er ikki samdur við teimum, sum siga, at Grindamálið, sum tað nú stendur, er danskt málsøki.

-Tað er misnýtsla av veruleikanum. Tey undanfarnu landsstýrin hava roynt at sýna, at føroyingar í ógvuliga stóran mun ráða yvir sínum egnu viðurskiftum, og eru førir fyri at tryggja, at danskir myndugleikar ikki seta føroysk áhugamál til viks. Eg kenni ógvuliga fá dømi um, hvar hetta er hent.

Atli Dam sigur at hevði man verið áhugaður í at liva upp til teir møguleikar, sum eru í Heimastýrislógini, so var einki problem. Men hevur man áhuga í at lýtisgera føroyska kompetancu og vald í Heimastýrislógini og taka alt tað burtur, sum man sjálvur hevur vunnið sær hevd uppá gjøgnum hesa tíðina, so ger man sum tjóðveldismenn gera, og tað merkir, at teir eru tilreiðar at avhenda bæði undirgrund og alt annað, sum man hevur fingið út yvir tað, sum Heimastýrislógin sigur. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh