Í annaðkvøld, mikukvøldið 28. september kl. 19.30, verður aftur áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju, og tá fer Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildini at halda fyrilestur um "Føroyskar uppkallingarsiðir".
Eftir framløguna hjá Anfinni verður ein drekkamunnur, og tá hava fólk eisini høvi at spyrja og at koma við íkasti til fyrilesturin.
Miðvikan hesaferð er partur av "Vísindavøku á ferð 2016".
Anfinnur Johansen sigur, at tað er bara í Føroyum, at foreldur hava kallað kong og drotning upp, tá tey hava fingið sjey børn av sama kyni á rað.
Hann sigur, at hetta er ein lutfalsliga nýggjur siður. Tað er eisini ein serføroyskur siður at kalla fríggjadag og sunnudag upp.
Anfinnur fer eisini at nevna aðrar uppkallingarsiðir.