Váðafúst nærlagni ? ein samrøða við føroyska bólkin JazzOasis

JazzOasis eitur einasti virkandi jazzbólkur í Føroyum. Sjálvt um teir eru einsamallir um yrkið,

so hava teir stórar ætlanir. Í einum lítlum úthúsi í Tvørgøtu í Havn hitti eg trioina eitt venjingarkvøld,

har teir savnaðust fyri at hugna sær, men eisini fyri at venja hart.

Onkuntíð hava vit verið at hoyrt í Café Natúr, men fyrsta almenna framførslan var í sambandi við Jazzfestivalin í ár, greiðir Edvard Nyholm Debes mær frá. Eg stakk inn á gólvið hjá honum eitt kvøldið, ein hálvan tíma áðrenn vanliga venjingin hjá teimum skuldi byrja fyri at spyrja hann eitt sindur um bakgrundina hjá bólkinum.

Tað er ikki heilt av leið at siga, at Edvard er oddamaðurin í bólkinum. Hann hevur síðani ´90 við skiftandi manningum hildið lív í bólkinum JazzOasis. Plúmmararnir Magnus Johannesen, Leivur Thomsen og Rógvi á Rógvu hava verið við, Stamen Stanchev eina tíð eisini, men tá ið Edvard fór niður í lestrarørindum, datt tað niðurfyri. Hann kom heimaftur um várið ´96 og fór beinanvegin at leita eftir eini manning aftur. Um tað mundið vóru ikki nógvir jazzáhugaðir tónleikarar í landinum, men hann fann saman við Herlufi Lützen og Jónleivi Jensen, sum hann kendi væl, og teir funnu skjótt stevið. Seinasta hálvt annað árið hava teir arbeitt upp á »dansilagið« - ella feelingina í bólkinum, sum tað verður kallað í jazzhøpi.


Ongir karmar

Edvard hevur í fleiri ár havt sendingina Rimmarjazzur og hevur sjálvur spælt jazz leingi, so vit snaraðu hóskandi prátinum um eitt meira søguligt sjónarhorn eina løtu.

Tað er sagt fyrr, men eftir at Perlan hvarv, hevur jazzur í Føroyum ongar karmar havt. Sum alt annað felagsarbeiði má jazzáhugin hava eitt stað at savnast, og Havnar Jazzfelag - sum seinast í 70´unum hevði nógvar limir, er nærum limaleyst og óvirkið nú. Tað hevur síðan tá einki jazzumhvørvi verið í landinum, segði Edvard. Einstakar eldsálir, so sum Kristian Blak hava syrgt fyri, at tað av og á er livandi jazzur at hoyra í landinum, men annars er einki. Eg havi fingið rættiliga nógvar viðmerkingar til sendingina hjá mær, og tað bendir á, at tað eru nógv, sum hoyra hana; men haðani og so til at lata seg í skógvarnar og seta eitt kvøld av til veruliga at fara út at lurta eftir jazzi er eitt langt stig, sum bara tey fæstu taka.


13 km2

til føroyskan jazz

Allíkavæl koyra teir treystliga á. Sunnukvøld og mánakvøld fara burturav til jazzvenjing í smáttuni hjá Edvardi, sum týðiliga ber brá av at vera hansara serøki. Her er ikki rúmsátt, men hjartarúm trýtur ikki. Og her sita teir so trúliga og spæla saman, fyri hvørjum øðrum og seg sjálvan, men tað er skilligt, at teir hugna sær. Vit hava tað stuttligt saman, sigur Edvard, men fyri at vera eggjaðir til at venja hart og miðvíst mugu vit út at vísa, hvat vit duga og fáa aftursvar frá áhoyrarum, og tað hava vit ikki møguleika fyri her í Føroyum. Einasta jazztiltak, sum finst, er festivalurin, og hann er longu farin framvið. Nærmasta vit kunnu koma nøkrum sum líkist einum stað at spæla, er Café Natúr, men har koma fólk ikki fyri at lurta eftir jazzi.


Trio mót trio

Men vit hava áræði og ætla okkum nakað, og tí varð tað okkum skjótt greitt, at vit máttu gera okkurt, staðfesti Edvard. Sjálvt um vit allir eru tónleikalærarar, kundu vit sjálvir trongt til undirvísing.

Jens Jefsen trio er sera kend í Danmark. Manningin er sett saman av royndum leikarum, sum hava spælt saman í mong ár. Kontrabassleikarin Jens Jefsen var í Føroyum og spældi saman við elgittaristinum Uffe Steen fyri nøkrum árum síðan, og tað eru júst samstarvið millum hesar báðar, sum er hornasteinurin undir trioini; hin triði er heimskendi trummuspælarin Alex Riel. Ljóðførissamansetingin í JazzOasis er júst tann sama sum í Jens Jefsen trio: Edvard við bassinum, Herluf við elgittara og Jónleif trummar. Teir avgjørdu at venda sær til trioina og spyrja, um teir vóru áhugaðir í, at koma til Føroyar at skipa fyri einum skeiði. At halda verkskeið í tónleiki er ikki ókent. Ofta halda kendir tónleikarar sonevndar work-shops fyri einum 12-15 næmingum, men at ein trio biður eina aðra, er ikki hvønndagskostur.

Edvard kendi Jens Jefsen eitt sindur og Herluf hevði hitt Uffe Steen, so teir gjørdu bart og ringdu. Og svarið var játtandi. Fríggjadagin 5. desember koma teir hendavegin og hava fýra dagar til at læra frá sær. JazzOasis ætlar at gagnnýta alla hesa tíðina. Teir skulu venja og læra frá morgni til myrkurs, og sunnudagin 7. skulu teir halda eina konsert saman við dønunum. Teir vera helst eisini at hoyra í Rimmarjazzi, leggur Edvard afturat við einum smíli. Tað er heldur ikki so løgið, at JazzOasis vil hava nakað fyri pengarnar, tí teir gjalda alt úr egnum lumma. Eitt lítið ískoyti frá Jazzfelagnum, tað er alt, sum ber til at spyrja upp til eitt slíkt tiltak.


Fløga ella

uttanlands kanska

Váðafýsni er eitt orð, sum er sett á nógvar verkætlanir í seinastuni, og eg haldi so sanniliga, at hendan skal sleppa upp í part. Teir gjalda úr egnum lumma og taka sjálvir stig til eina ætlan, sum bara hevur sum endamál, at teir skulu gerast betri tónleikaliga. Teir venja eisini í mánaðir fyri seg sjálvar, og til hvørja nyttu? Ongin er, sum tímir at lurta. Næsti spurningur frá mær til teirra var upplagdur: Hvat ætla tit?

Nú vóru hinir báðir, Jónleif og Herluf, komnir á gátt, verjandi viðkvomu ljóðførini móti heystinum uttanfyri. Teir komu og settu seg hjá okkum, og Edvard tordi betur at svara, nú tá hann hevði hinar báðar afturat sær at siga sítt. Tað er greitt, at vit ætla okkurt, tí at gera so nógv burturúr til einkis er høpisleyst. Ongar ætlanir eru ítøkiligar enn - burtursæð frá verkskeiðnum sjálvandi, men talan hevur verið um, at geva plátu út. Vit hava skrivað løg og gjørt jazzútsetingar av gomlum løgum, sum er upplagt fløgutilfar, og vit kundu eisini væl hugsað okkum at sloppið at givið fløgu út, sigur ein, meðan hinir báðir nikka játtandi til. Vit hava forrestin beint nú roynt tað, tá vit spældu barnalagið Grøni bilur inn á nýggju barnafløguna hjá Útvarpi Føroya. Møguleikarnir at fara uttanlands at spæla eru eisini góðir, tí at t.d. í Danmark eru nógvir jazzklubbar, og tær nýtist ikki at vera eitt vælkent navn fyri at sleppa at spæla, sigur Herluf, sum hevur roynt hetta, meðan hann búði niðri. Áhoyrararnir har er munandi meira kræsnir sjálvandi, men tað hóskar teimum í JazzOasis óivað bara væl.


Ungur jazzur

Tað hava í seinastuni stungið seg bólkar upp við ungum, sum royna seg við jazzi. Tey flestu minnast Plúmm, sum einaferð fóru at spæla jazz og av á skiftu navn til Gleipnir, tá so var, men beinleiðis ungdómsjazz-tónleikarar hava vit ikki sæð nógv til í fleiri ár. Men í næstum kemur fløga frá Tutl, sum ein bólkur, ið nevnist Í Eb-inum stendur fyri. Aðalkraftin er 20 ára gamli Heðin Davidsen, sum spælir elgittar og skrivar løg. Bassleikarin er Michael Blak, sum eisini gongur aftur í einum øðrum bólki, sum eisini rúmar ungdóm og jazz, nevniliga DeepEnd.

Edvard helt, at tað helst hevði samband við tað, at jazzur er so fríur. Tú kanst gera øll stílsløg um til jazz, og tað er vorðið sera vanligt at gera. Í dag verða kend pop og rockløg jazzað upp. Vanliga hevur ein tónleikastílur ávísar fyriskriftir ella reglur, sum eiga at fylgjast, um man skal spæla hann rætt, men so er ikki við jazzi. Næstan alt verður góðtikið, so tú kanst gera, sum tú vilt, og hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing og møguleiki fyri ein ungan tónleikara.

Eg spurdi teir royndi leikararnar í JazzOasis, um sovorðnir ungdómar høvdu nakran møguleika at fáa frálæru í jazzi, og tað søgdu teir allir ja til. Jónleif hevur fulltíðarstarv sum lærari á bara at biðja um tímar. Edvard ger sum sagt útvarpssendingar, men afturat tí hevur hann hálvtíðarstarv á musikkskúlanum, so har kann man eisini fara. Verri er við Herlufi, sum í løtuni er mestsum einasti jazzgittaristur í landinum. Hann starvast dagliga á Læraraskúlanum og brúkar alla sína tíð til at undirvísa næmingum har; men um onkur altráur ungur jazzáhugaður gittarspælari brennir eftir at læra, so skal hann ikki smæðast at spyrja, sigur Herluf.

Annars halda teir, at t.d. Jazzfelagið í samstarvi við Musikkskúlan kundu tikið tráðin við verkskeiðum upp. Tá Tórshavnar Stórband fyri kortum enn var virkið, sluppu leikararnir har onkuntíð á slík skeið - eisini uttanlands, og motiverandi ávirkanin var eyðsýnd. At seta eitt vikuskifti av til at spæla tónleik saman við øðrum ungum, sum hava júst tað sama í hyggju, er ótrúliga stuttligt. Og um lærararnir eru dugnaligir, kann tað vera ein sera lærurík uppliving, sum eggjar næminginum at halda á fram og gerast betri.

Teir ungu tónleikararnir skulu heldur ikki vera bangnir fyri at fara út at spyrja sjálvt kendar tónleikarar um hjálp, tí teir eru næstan altið sera fryntligur og hjálpsamir. Vit gjørdu tað í sambandi við okkara verkskeið, og sum tú sært, gav tað úrslit, siga teir í JazzOasis.

Tað verður heilt víst ein rimmar konsert, sum verður í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti. Har átti ein og hvør, sum hevur áhuga fyri jazzi og rútmiskum tónleiki at farið, men eg ivist tó í, um føroyska jazzfjøldin eftir einari nátt fer at vaksa ógvusligt. Hinvegin eru tey nøkur, sum frøast, hvørja ferð nakað er at hoyra til jazz, og geva hvørjum jazztiltaki ans. Eg kann ikki annað enn ynskja JazzOasuni góða eydnu við tiltøkunum framyvir og vóna, at teir skjótt fáa aftursvar frá áhoyrarunum - antin her heima ella aðrastaðni. Fløgan kann so ikki annað enn gerast eitt »must« í einhvørjum føroyskum plátusavni, tá hon vónandi einaferð kemur.


Sunnukvøldið 7. 12. kl. 19.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við Jens Jefsen trio og JazzOasis. Danska trioin hevur eitt umfatandi repertoire, so tað er ilt at ætla um, hvat teir fara at spæla hetta kvøldið. Men at tað verður dygd, er ongin ivi um, tí tað er ótrúliga dugnaligir tónleikarar, sum fara at standa á pallinum.

Okkurt gott er eisini í væntu frá føroyska JazzOasis, tí afturat góðskuni, sum teir vístu á Jazzfestivalinum, hava teir lagt alla ta venjing og vegleiðing, sum teir hava fingið burturúr verkskeiðunum. Tilfarið er ikki broytt nógv, tí teir hava heldur valt at betra tað, sum teir longu brúka. Harímillum eru eisini útsetingar av føroyskum løgum.


Støðið á donskum jazzi er óvanliga høgt í altjóða høpi. Nógvir danskir solistar og tónaskald hava fingið alheims viðurkenning og teljast millum tey bestu. Jens Jefsen trio er mannað av virtuosum og verður mett sum ein tann besta í Danmark.

Jens Jefsen undirvísur á Rútmiska Konservatoriinum í Århus í kontrabassi. Hann hevur verið virkin solistur í mong harrans ár og millum annað spælt saman við nógvum av teimum kendu amerikanarunum sum t.d. Dizzy Gillespie og Roy Eldridge, sum vitjaðu Danmark í teimum gyltu jazzdøgunum í 60-70´unum. Jefsen var ein av kendu andlitunum í klubbanum Tagskægget í Århus, tá tað var til. Fyri einum 20 árum síðan møtti hann gittarleikaranum

Uffe Steen úr Esbjerg, sum eisini var komin til Århus at spæla. Hann er í løtuni docentur á Rútmiska konservatorinum har og er sera virkin solistur, sum spælir øll møgulig stílsløg líka frá blues til pop.

Seinast men als ikki minst er trummuspælarin Alex Riel, sum er vorðin eitt heimsnavn. Tey seinastu árini hevur hann rættiliga verið úti um seg og spælt við teimum allarbestu, sum mynda jazzheimin fyrr og nú. Nøvn sum Ben Webster, Wayne Shorter, Michael Brecker, Niels Henning Ørsted Pedersen og Eddie Goméz, munnu fáa einglarnar at syngja hjá jazzelskarum.