Talan er um einrøðuleikin ‘Kom bara inn, eg skal ikki gráta’, sum Jógvan Andrias Joensen framførir og Edvard Nyholm Debess, tónleikari, spælir undir..
Nú vitjar leikurin á Maggies í Nólsoy.
Einrøðuleikurin tekur støði í lívinum hjá niðurbundnum mjadnabarni á drúgvari sjúkralegu í Danmark. Hann tekur upp evni fráveru av nærveru, einsemi, men er eisini ein lýsing av eini drúgvari ferð úr tí óvirðiliga og dapra til tað tignarliga og vakra.
Góðu ummælini, nógva umrøðan og ikki minst dokumentarurin Mjadnabørn, sum kringvarpið vísti í 13.januar 2022, hava havt við sær størri opinleika um teir mongu føroysku sjúklingarnar, børn og ung við sálarligum ella kropsligum avbjóðingum, sum vórðu send til Danmarkar, uttan at foreldur ella avvarðandi sluppu við.
Hetta er søgan um okkum:
– um tey, sum vóru send til Danmarkar, av tí at vit í Føroyum ikki høvdu neyðugar umstøður og førleikar til hendan partin av okkara medborgarum.
– um tey sum vóru eftir heima og longdust eftir sínum kæru.
– um eldsálir, sum tóku tøk og ótroyttiliga stríddust fyri at skapa umstøður og virðilig kor, soleiðis at føroyskir sjúklingar í Danmark kundu koma aftur til Føroyar.
– um læknavísindina, sum við áhaldandi gransking strembar eftir vísindaliga at menna viðgerðarhættir og bøta um umstøður á heilsuøkinum.
Aftaná fegnast vit í orðum og tónum um tað góða lívið, sum eitt nú ein løta í Maggies kann skapa í Nólsoy, skrivar www.maggies.fo, har ber eisini til at keypa atgongumerki.
Sjónleikurin verður sýndur sunnudagin 10 nov. kl. 17.00.
Tað ber til at koma út við Teistanum kl. 16.20 og inn aftur til Havnar kl. 19.50
-----
Tygara undirritaði blaðmaður skrivaði á sinni umæli, eftir at hava sæð leikin. Ummælið kann lesast her:
Leikurin um mjadnabarnið gongur ikki á høkjum
Tá ein uppdagar, at er partur av “Søguni um hini”. Hetta kundi eisini verið yvirskriftin, tá ein skal umrøða einrøðuleikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”. Ein fangandi og grátulig frásøgn um tíðina, tá føroyskir sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar, ofta í áravís. Um 3 ára gamla drongin, ið er sonevnt mjadnabarn, og sum missir móðurmálið, og samband við heim og familju. Jógvan Andrias Joensen hevur í búnum aldri sett orð á tað, ið hevur fylgt honum alt lívið.
Umrøða
Dagfinn Olsen
Calve Perthes. Soleiðis nevnist mjadnasjúkan, sum nógv føroysk børn hava havt. Fleiri kenna helst persónar, ið hava havt ringar um lørini sum smábørn.
Í sekstiárunum var eitt sindur meira langrøkjut, um eitt barn var sonevnt mjadnabarn. Hevði mjadnabrek. Barnið varð sent til Danmarkar. Skuldi liggja “í strekk”, og fastspent til songina, har eitt lodd togaði í beinini.
Jógvan Andrias Joensen vaks upp í Klaksvík, men sum 3 ára gamal fekk hann annan veruleika at kenna. Hann var mjadnabarn, og sum 3 ára gamal sendur til Danmarkar. Har lá hann á Refsnæs Kysthospital, til hann var 6 ára gamal, og kom aftur til Føroya. Ferðasambandið var ikki tað, ið tað er í dag, eins og umstøður annars, so foreldrini vitjaðu ikki ofta hesi árini. Heimkomin hevði hann mist móðurmálið, og hevði ikki tætt samband við foreldur og familju, og komin í túnið gekk hann framvið barnaheiminum, tí hann kendi tað ikki.
Leikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er ein sterk frásøgn. Ein frásøgn, har persónurin, ið tað snýr seg um, sjálvur er á palli og sigur sína søgu. Meira inniligt, persónligt og sterkt verður tað ikki!!
Tað var ikki fyrr enn í 1970-71, at føroyingar bygdu Eiragarð, og fólk við breki av ymsum slag komu heim til Føroya. Ofta eftir mong ár í Danmark. Helst eru fleiri, ið minnast helst tíðina, tá føroyingar skuldu venja seg við, at hesi eisini vóru partur av føroyska gerandisdegnum.
Hinvegin vóru tað ikki bert sálarsjúk, ella fólk, ið bóru eitthvørt brek, ið endaðu á donskum sjúkrahúsum ella viðgerðarstovnum í áravís.
Og hesa staðfesting ger Jógvan Andrias í leikinum. Hann staðfestir, at tað einaferð seint á lívsleiðini gongur upp fyri honum, at hann er partur av “Søguni um hini”. “Søgan um hini” er heitið á bók, sum Doris Hansen hevur skrivað um tey, ið vóru í Danmark í mong ár á stovnum. Vit kunnu siga, at rúm var ikki fyri teimum í Føroyum.
Í hvussu er í hugaheiminum hjá mongum, var ofta talan um fólk við sálarsjúku ella menningartarni. Men Jógvan Andrias viðurkennir, at so einføld er søgan ikki. Eisini hann, sum mjadnabarn, hevur somu lagnu. At enda sum 3 ára gamal í Danmark, har ongin skilir drongin, ið júst hevur ognað sær móðurmálið, og hann skilir ikki tey, ið eru um hann.
Søgan, frásøgnin, er sterk, um drongin, sum heimafturkomin skal fóta sær. Á so mangan hátt. Sterk er myndin, tá Jógvan Andrias stendur á palli við smáu høkjunum, ið hann brúkti sum barn. Sterk er frásøgnin um drongin, sum gjørdi alt fyri at koma millum javnlíkar sínar. Spældi enntá fotbólt. Kom á besta lið, men kendi ikki gleðiina við leikinum.
Sterk er frásøgnin um drongin, ið sum 14 ára gamal missir mammuna, ið hevur krabbamein. Um drongin og pápan, ið eina skulu tosa um og megna tilveruna. Pápan, ið sendir boð eftir missióneri og presti, tá drongurin eftir hansara tykki ikki er á røttum veg. Um hesar persónar, feðgar, í tíðini, sum ikki megna samskiftið og samfelagið hvør við annan. Kanska eitt eyðkenni fyri tíðina, ið var ein rembingartíð.
Sum at lata seg úr øllum
Hatta er farið! Ongin orsøk at práta um hatta.
Soleiðis skrivar Ria Tórgarð, ið hevur skrivað leikritið, í innganginum í leikskránni.
Og helst er hetta beinrakið og sermerkir tíðina. Ilt var at seta orð á og práta um kenslur og tað, ið var tyngjandi.
Jógvan Andrias Joensen gevur okkum innlit í sítt lív. Ein djørv avgerð er tað at fara á pall, og á ein hátt spæla sítt egna lív. Greiða frá tí, syngja um tað og leika tað.
Tað er á ein hátt, sum at lata seg úr øllum. At standa nakin eftir! Tað er djarvt.
Tí sjálvandi er leikurin um hetta, at ein drongur sum 3 ára gamal í 1963 verður sendur til Danmarkar. Ein lýsing av tíðini, umstøðum, samfelagnum og viðgerðini. Men so er tað alt hitt, sum fylgir við, tað sum kemur aftaná. Lívið sjálvt. Og tað er her vit sleppa innum skjúrtufaldin, ja, faktiskt heilt inn í viðbreknu sálina. Inn til Jógvan Andrias. Tann hann var, lívsferðina og tann hann er í dag.
Tað er djarvt at spæla sítt egna lív á palli. Høvundar krógva seg ofta aftanfyri gjørdar persónar, og sleppa so lætt við at siga, at sjálvsagt ber ikki til at skriva, uttan at hava seg sjálvan við, men at hetta er blandað við íspunnið tilfar.
So lætt sleppur Jógvan Andrias ikki. Og tað hevur hann onga ætlan havt um. Her er tað hansara søga, ið er uppá spæl. Spæl á palli.
Hann lýsir unglingin, ið leitar. Ið roynir mørk. Spælir fótbólt. Spælir tónleik og roynir tað, ið tíðin bjóðar ungdóminum. Hann er barn av síni tíð. Bæði smábarn av ungu sekstiárunum, og ungdómur í sjeytiárunum.
Og vit kenna hann eisini sum guitarleikara, sangara, sangaskrivara og mentanarsamskipara.
Vit kenna hann ikki sum sjónleikara. Men tá Jógvan Andrias her er pallsettur sum Jógvan Andrias í eini frásøgn, ið helt fá kenna til, so er hetta sterkur lútur. Tó hegnisliga og milt framborin, so sum persónurin Jógvan Andrias jú er.
Djarvt og ikki minst sera upplýsandi og hugvekjandi. Hetta haldi eg er besta lýsingin av einrøðuleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”.
Vit, ið hava sæð leikin, komu innar. Orsøk er til grát ella sorgblídni, um ein hugsar um søguna, tíðina og umstøðurnar, men vit kunnu ikki gráta, men heldur fegnast, um ein góðan leik, har Jógvan Andrias opið greiðir frá lívi sínum, í frálíkum samspæli við Edvard Nyholm Debess, ið er við á palli, og sum leikar guitar og syngur saman við Jógvani Andriasi, og sum eisini hevur staðið fyri ljóðmyndini.
Ferðast verður nú kring landið við leikinum. Tá eg sá leikin var hugvekjandi at síggja eina kvinnu koma fram til Jógvan Andrias eftir leiklok, og siga honum, at hon eisini mintist, tá hon var fyri hesum sama, og at fyri hana var tað ikki minst hugvekjandi at síggja smáu høkjurnar. Hetta vakti minnir.
Leikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”, gongur ikki á høkjum, men er ein góð persónlig frágreiðing, ein leiklistarlig frambering av eini tíð, har orð ei vórðu sett á, og pallseting av eini tíð, har rúm ikki var fyri øllum í Føroyum, og møguleikarnir avmarkaðir. Og ikki minst eitt djarvt, persónligt, og væl frágingið leikavrik.
Jógvan Andrias eigur hugskot, yrkingar og frásøgn. Ria Tórgarð skrivaði handritið og leikstjórnaði. Súsanna Tórgerð stóð fyri ræddarvenjing og leiklistarligari ráðgeving. Rannvá Jónsdóttir framleiddi og Jón Sonni Jensen gjørdi plakat og leikskrá.