Væl fleiri fólk á vali

Tað er stórur spenningur um úrslitið

Tað eru nógv fleiri fólk á vali á hesum fólkatingsvalinum, enn tað vóru seinast.

 

Tað sigur Jóan Petur Hentze, sum er formaður í valstýrinum í Havn.

 

Fyri eini løtu síðani høvdu 4.470 fólk verið á vali í Havn og tað eru 12 prosent av Tað er væl meiri enn á seinasta fólkatingsvali og hann væntar, at valluttøkan fer at liggja um eini 67 ella 68 prosent, tá ið avtornar. Og tað er væl meiri enn seinast, tá ið valluttøkan var 58,9 prosent

 

Formaðurin í valstýrinum veit ikki reiðiliga, hví valluttøkan er størri. Men hann heldur, at valevnini eru kanska røsk at reka, og tað kann eisini hava týdning, at eftir veljarakanningunum eru summi av teimum eru í harðari kapping um at verða vald.

 

Veljarakanningar í Danmark vísa eisini, at har er valið so javnt sum ongantíð áður og tí kunnu føroysku fólkatingslimirnir verða avgerandi fyri, hvør vinnur valið.

 

Tískil hevur valið í Føroyum eisini stóran áhuga í Føroyum, og bæði Danmarks Radio, og TV2, hava sent úr høllini á Hálsi, sum er valstað í Havn.

 

Eisini nógva aðrastaðni kring landið verður boðað frá, at valluttøkan er hægri enn á seinasta fólkatingsvali.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá valhølinum í Havn