Væl vitjaður heystfagnaður

Í góðveðrinum í gjár vóru nógv fólk komin saman á Eiði, har »Føroya bygdasligasta tiltak«, sum fyrireikararnir kalla tað, var á skránni

Í góðveðrinum í gjár vóru nógv fólk komin saman á Eiði, har »Føroya bygdasligasta tiltak«, sum fyrireikararnir kalla tað, var á skránni. Heystfagnaðurin, sum er almenna heitið, var fyrstu ferð royndur á Eiði í fjør, og tá var undirtøkan somikið góð, at avgjørt var at hava tiltakið aftur í ár.

 

Tiltakið fagnar og varpar ljós á serføroysku viðurskiftini kring heystið. Neyt og seyður verða flett, og børn sleppa at spæla og uppliva sanna bygdamentan.

 

Tá vit vitjaðu á Eiði seinnapartin í gjár, varð millum annað ein kúgv flett, og heil seyðakrov vórðu grillað. Í gomlu húsunum á Látrinum vórðu søgur sagdar fyri børnum og hespukapping og mangt annað var eisini á skránni.

 

Fyrstu tiltøkini vóru hóskvøldið og heystfagnaðurin endar í dag.