Eftir ætlan skuldu teir tríggir barytonarnir úr Svøríki, Bo Wallenberg, Mikael Järlestrand og Mikael Joumé hava eina vælgerðarkonsert í Deplinum í Skálavík í dag klokkan 17. Men av serligum umstøðum er tann konsertin avlýst.
Ístaðin verður ein vælgerðarkonsert, har savnað verður inn til Skandinavisku Barnamissiónina í Nebo á Toftum í kvøld klokkan 19. Í annaðkvøld klokkan 20 fara teir tríggir barytonarnir at hava eina vælgerðarkonsert í fríkirkjuni "Oasan" í Hoyvík.
Í gjárakvøldið varð ein konsert í Kelduni í Skálabotni. Millum tónleikararnar er Jan Zachariassen av Argjum, sum er kendur sum ein góður bassistur.