Vælsmakkandi vegetarmatur mitt í Keypmannahavn

Mitt í Keypmannahavn, á Larsbjørnsstræde 18, liggur eitt hugnaligt lítið matstað, kallað Atlas Bar. Her fær man eksotiskan plantubaseraðan mat, sum er gjørdur burturúr donskum rávørum.

Tað sær nokkso funky út inni í matstovuni, serliga orsakað av blá-hvítu flisunum á barrini. Her er ikki so stórt, og tað ger tað eyka hugnaligt.

 

Fyrst fáa vit ein forrætt, og tað er breyð við sera vælsmakkandi osti og utrum, sum eru plukkaðar í donsku náttúruni, aftrat. Tað riggar heilt væl, og dressingurin/kremið til breyðið er eisini gott.

 

Síðani fáa vit næsta rættin. Wauw - hetta sær ordiliga spennandi út. Í øllum førum guff fyri eygað. Litríkt og aftur kryddað við urtum. Hetta er vist nokk asparges - og tað riggar óalmindiliga væl, við einari góðari sós ella dressingi aftrat.

 

Høvuðsrætturin er ein veganskur frikadellurættur - ordiliga danskt við eplum afturvið eisini. Tað líkist einari frikadellu, so hetta er spennandi.

 

Smakkurin er sera góður, hóast tað ikki smakkar líka sum ein kjøtfrikadella. Tað riggar stak væl.

 

Omaná er ein kaka - hon er kanska tað, sum var minst spennandi við hesari matstovuupplivingini. Hon var fín, men ikki meira enn tað.

 

Atlas Bar er absolutt eina vitjan verd! Sera originalt.

 

Her eru nakrar myndir:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##