Vælvitjað kunningartiltak

Umboð úr 54 ymiskum londum hava í dag tikið lut í kunningartiltaki um silda- og makrelmálið.

 

Sendistova Føroya í Danmark skipaði seinnapartin fyri kunningartiltaki á Norðuratlantsbryggjuni um silda- og makrel málið. Endamálið við tiltakinum var at greiða nærri frá støðu Føroya í silda- og makrelmálinum við ES.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Bjørn Kunoy, doktari í løgfrøði, røddu um, hví føroyskir myndugleikar hava gjørt av at skjóta ósemjuna við ES inn til ein altjóða gerðarætt.

 

- Vit kunnu snøgt sagt ikki halda fram við at góðtaka, at eitt so ríkt fiskatilfeingi svimur í okkara sjóøki, sum onnur troyta størsta partin av. Tí vilja vit hava eitt nýtt býti. Tað harmar okkum nógv, at ES hevur sett handilstiltøk í verk.

 

Løgmaður heldur, at ES brýtur sínar altjóða rættarligar skyldur, og tí er hetta mál skotið inn fyri altjóða gerðarætt.

 

Umboð fyri 54 ymisk lond vóru umboðað á kunningartiltakinum seinnapartin. Talan var um sendiharrar í Keypmannahavn, fólkatingslimir, miðlar og onnur. Stórur áhugi er fyri málinum, tí nógv fólk møttu á Norðuratlantsbryggjuni seinnapartin.  

 

- Vit hava merkt stóran áhuga í diplomatiska umhvørvinum fyri málinum. Hetta tiltakið er ein liður í støðugt at kunna umheimin um okkara støðu í silda- og makrelmálinum.

 

Tað sigur Sigmundur Ísfelt, sendiharri Føroya í Danmark.

 

Tað er Løgmansskrivstovan, sum hevur sent in.fo hetta tíðindaskriv seinnapartin í dag.