Vænta 290.000 ferðafólk næsta ár

– 23.654 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í oktober í ár. Hetta er ein framgongd uppá 4,7 prosent í mun til oktober 2015, tá ið 22,583 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin.

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

Samlaða framgongdin higartil í ár er 5,9 prosent. Tað merkir, at 256,849 ferðafólk hava vitjað flogvøllin higartil í ár.

 

– Um framgongdin heldur áfram, so meta vit, at ferðafólkatalið í 2016 fer at liggja um 290.000 ferðafólk. Samlaða ferðafólkatalið í 2015 var gott 276.000.

 

Í juli gjørdi Vága Floghavn avtalu við J&K Petersen um víðkan av parkeringsøkinum við flogvøllin. Arbeiðið gongur væl, og ætlanin er at hava víðkaða parkeringsøkið klárt í september 2017.

 

Tá ið arbeiðið við parkeringsøkið er liðugt, væntar Vága Floghavn, at tað verða pláss fyri oman fyri 800 bilum á parkeringsøkinum.

 

– Arbeiðið umfatar eisini bygging av einum ferðafólkskýli, soleiðis at ferðafólk sleppa undir tak skjótari enn í dag. Skýli verða deild út á parkeringsøkið – tó uttan at hetta órógvar ferðsluna sum verður á økinum, sigur Jákup Sverri Kass.