Effodeildin: Tað hava verið 12 langir dagar hjá HB-formanninum, Finnboga Arge síðani HB tapti 1-3 ímóti ÍF í Fuglafirði, og avgerðin um FM-heitið varð útsett.
Sæð í mun til góðu gongdina á heimavølli seinastu umførini kennur HB-formaðurin seg rættiliga vísan í, at HB setur tingini uppá pláss í dystinum ímóti TB á ovara vølli í Gundadali komandi sunnudag. Finnbogi Arge heldur, at HB hevur víst framúr gott fótbóltsspæl á heimavølli, ikki minst, tá teir vunnu 4-0 á EB/Streymi í 22. umfari. Finnbogi Arge vónar tó, at fleiri HB-viðhaldsfólk fara at vísa seg, nú heimaliðið skal royna at fáa gullið til høldar.
Spurdur um hvat hann tippar, svarar Finnbogi Arge: "3-0 til HB".
Finnbogi Arge heldur ikki, at um talið av liðum í effodeildini skal broytast, so er tað nakað sum skal kjakast um fyrst, og ikki gjøgnumførast í skundi.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Finnbogi Arge segði í seinnapartssendingini hjá Rás2.