- Tað er væntandi, at tað fer at vera sera hált nú í lýsingini, so tað ræður um at koyra varliga.
Tað sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Alt fólkið hjá Landsverkið var tilbúgvið í nátt, men tað varð ikki so ring, sum stúrt varð fyri.
Tað kom ikki tann kavin, summi stúrdu fyri og tað, som kom niður, varð gravað burtur aftur.
Annars hevur Landsverk saltað í morgun, men tann nógvi vindurin fær saltið at fúka av aftur vegnum, so úrslitið er ikki altíð líka gott sum ætlað.
Árni Jacobsen sigur, at hann sigur frá tveimum-trimum kuldastigum í allan dag, men hann væntar, at serliga nú í lýsingini fer tað at vera hált nógvastaðni kring alt landið.
Tí ræður um at koyra varliga, leggur hann afturat.
Hinvegin hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt. Í Mykinesi máldu teir yvir 48 metrar um sekundið og nógvir vindmátarar hava ligið ímillum 30 og 40 metrar um sekundið.
Men nú er hæsað avaftur og vindurin fer at minka enn meiri sum dagurin líður.
Annars sigur Árni Jacobsen, at ferðslan hevur gingið væl og at eingir trupulleikar hava verið.
Myndina eigur Landsverk